Tey, sum fylgja Týr á Facebook, hava kanska varnast okkurt heldur margháttligt við teirra facebooksíðu. Myndirnar av langhærdu rokkarunum eru skiftar út við myndir av tilvildarligum damum, og tað sær næstan út sum ein mótasíða fyri okkurt asiatiskt klædnamerki.
Heimskendi føroyski tungmálmsbólkurin Týr er nevniliga blivin hakkaður av teldusníkum.
##med2##
##med3##
##med4##
Heri Joensen, oddamaður í Týr, váttar álopið og sigur:
- Týr facebooksíðan er hakkað. Ikki stólið uppá nakrar upplýsningar, tit fáa frá síðuni og stólið heldur ikki upp á tiltøkini og dagfestingarnar. So frætt, sum vit vita, eru ongar konsertir avlýstar.
Týr hevur leingi verið undir stórum trýsti frá grindamótstøðufólki og felagsskapum sum Sea Shepherd, men tað verður ikki upplýst, hvør stendur aftan fyri álopið.
Lurta eftir tíðindunum á FM1 klokkan 12, tí tá fer Heri Joensen at fortelja meira um hetta.