Tey avvarðandi eru til reiðar at rinda fimm milliónir dollarar fyri upplýsingar, sum kunnu gera, at tað horvna flogfarið verður funnið.
Í einum tíðindaskrivi siga tey avvarðandi, at málið er at eggja onkrum at koma við viðkomandi upplýsingum.
-Vit eru sannførd um, at einastaðni er onkur, sum veit okkurt, og okkara vón er, at samsýningin kann fáa viðkomandi at gera vart við seg, sigur Ethan Hunt, sum stendur fyri samsýningarátakinum, við CNN.
Malaysiska Boeing 777-flogfarið hvarv tann 8. mars á veg úr Kuala Lumpur til Beijing. Alment verður hildið, at flogfarið datt niður í Indiska Havið, mern higartil hevur umfatandi leiting har ikki givið nakað úrslit.