Í ensku Liga Cup verður Video Assistent Referee (VAR) ikki tikið í nýtslu fyrrenn hálvfinalurnar verða leiktar. Hetta setti Liverpool venjarin spurnartekin við eftir dystin í gjár.
Klopp segði, at hjálpardómarnir eru bundnir at tøknini, fyri at kunna taka avgerðir í samband við truplar støður.
- Fyrsti málmøguleikin hjá Haaland, í byrjanini av dystinum, var rangstøða, segði Klopp við Sky News eftir dystin.
22 ára gamli norðmaðurin legði liðið hjá sær á odda eftir einans 10 minuttir.
- Visti tú ikki av tí? Jamen tað var hann. Tað sigi eg tær. Og tað setti kósina fyri dystin, segði Klopp.
Orsøkin til at VAR ikki verður tikið í nýtslu fyrrenn hálvfinalurnar verða leiktar, er at tøknin ikki er ein møguleiki á fleiri leikvøllum í teimum lægri deildunum.
- Dómarir eru vanir við at hava VAR. Í dag sá tað fleiri ferðir út sum, at teir bíðaði eftir, at VAR skuldi taka eina avgerð, segði Klopp
- Eg skilji, at VAR ikki er ein møguleiki í nøkrum av fyrstu dystunum í hesi kappingini, men hetta her er City-Liverpool. Vit hava møguleika at brúa tøknina, so hví ikki brúka hana?, segði Klopp til endans.