Opið bræv

Opið bræv til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, viðvíkjandi heilsuassistentum í Heimarøktini

Vit undirritaðu, sum í mong ár hava starvast í heimarøktini, fóru til Danmarkar at útbúgva okkum sum heilsuassistentar, men heimafturkomnar eftir lokna útbúgving fingu vit at vita frá leiðsluni fyri Heimarøktini, at vit bert kundu starvast sum heimahjálparar, skuldu vit framvegis hava starv í Heimarøktini. Eingin heimild var at arbeiða sum heilsuassistentur sambært lógum og relgum frá Heilsumálastýrinum.


Higartil hava vit roynt at havt tol viðvíkjandi skerdu møguleikum okkara at arbeiða sum heilsuassistentar, men nú er tolið farið at ganga undan, og tí gera vit hesa roynd við einum opnum, almennum brævi til tygara. Lógin um almanna- og heilsuútbúgvingarnar varð lýst og kom í gildi 1. august 1999, men syndarliga seint gongur at seta hesa lóg í verk, og heimahjálpararnir noyðast at svíða fyri hetta, tí fleiri teirra vildu fegnir fingið størri førleika og vitan, tí teir hava sum er lítla ella onga fakliga útbúgving, og slíkt kann ikki berast í bøtuflaka fyri nú á døgum, hvørki so ella so.


Tað er eitt stórt og gott arbeiði, sum heimahjálpararnir hava gjørt og framvegis gera, alt síðan henda skipan varð sett í verk í 1973.


Vit væntaðu, at verandi støða kundi ikki halda fram leingi aftrat. Øll vistu, at almanna- og heilsuskúli fyri hjálparar og assistentar skuldi setast á stovn. Hetta hevur verið í umbúnað í fleiri Harrans ár, men lítið røkist fyri, at her hendir nakað.


Í einum rundskrivi frá Heilsumálaráðnum hin 19.1.1999 verða heilsuassistentar nevndir sum starvsfólk í Heimarøktini, men hin 21.6. sama ár sendir Heilsumálastýrið út nýtt bræv, ið tekur loyvið aftur at seta heilsuassistentar í starv í Heimarøktini. Grundgevingin fyri hesum er, at Heimahjálparafelagið mótmælti hesum ætlanum, og at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevði tikið hetta til eftirtektar. Hetta er so støðan við sama lag.


Sama heilsumálastýri skal seta á stovn skúla, sum hevur til endamáls at útbúgva enn fleiri av hesum somu heilsuassistentum, ið ikki kunnu brúkast í Heimarøktini, hóast ein partur av útbúgvingini hjá hesum starvsfólkabólki júst er í Heimarøktini. Skiljið hetta, hvør ið kann. Vit hava ið hvussu so er ilt við at skilja hetta, og enn minni kunnu vit góðtaka slíka framferð. Tað skerst ikki burtur, at mannagongdin hjá Heilsumálastýrinum er í stórari andsøgn við andan í lógini.


Alsamt fleiri sambýli verða sett á stovn. Við myndugleikans signing verða miðsavnað heilt upp í 10 gomul og ofta illa sjúk fólk, sum ikki kunnu vera heima hjá sær sjálvum, men starvsfólkið, ið arbeiðir á hesum sambýlum, hevur ikki lært grundleggjandi sjúkrarøkt. Er hetta ikki ábyrgdarleyst?


Vit vita, at heimasjúkrasystir kemur at vitja í sambýlum, men hon hevur nógv onnur heim at fara í og kann ikki vera á fleiri støðum í senn. Eitt samdøgur hevur sum kunnigt 24 tímar. Vit eru fleiri, sum spyrja: Hví skal ein starvsbólkur við útbúgving haldast burtur frá heimarøktini og sambýlunum? Sum nú er tykist frægast at vera ófaklærdur til tess at fáa arbeiði í Heimarøktini. Er hetta ætlanin í framtíðini? Var ikki betri fyri øll, at fakfólk eisini sluppu framat her, eins og gjørt verður í øðrum førum innan heilsurøktina?


Heilsuassistentar eru ein væl virkandi og væl dámdur starvsbólkur innan eldrarøktina í Heimarøktini, Sjúkrahúsverkinum, í psykiatriini og á bústovnum fyri brekað og menningartarnað í Danmark í dag.


Nógv verður uttan hóvasták sett í verk her á landi bert við tí grundgeving, at soleiðis verður gjørt í Danmark. Omanfyrinevnda útbúgving kemur úr Danmark, og lógin er umsett og sett í gildi her á landi, men ikki er loyvt at seta fólk við hesi útbúgving í starv í Heimarøktini. Álvaratos, her haltar í stórum!


Okkum vitandi hevur arbeiðsgevarin leiðslurættin og ikki fakfeløgini. Um eitt nú fíggjarmálaráðharrin hevði gjørt á sama hátt og í einum skrivi ásetti, at ávísur starvsbólkur við útbúgving ikki skuldi sleppa at arbeiða innan sítt fakøki, tí okkurt hissini fakfelag mutaði ímóti og heldur vildi hava ófaklært fólk, so hevði stór gøla verið beinanvegin. Hetta hevði verið tann øvugta verð, og eingin landsstýrismaður við sínum fullu fimm hevði funnið upp á slíkt. Vit kunnu so spyrja: Hvussu ber tað til, at eitt fakfelag kann stýra landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum? Vit kunnu eisini freistast til at halda, at orsøkin kann vera, at tær báðar, sjálvstýriskvinnan, ið er formaður í Heimahjálparafelag Føroya, og Helena Dam á Neystabø, eru politiskar vinkonur, og at landsstýrismaðurin í heilsumálum arbeiðir fyri egin áhugamál ella fyri tey hjá politisku vinkonuni. Hetta líkist valdsmisnýtslu. Um so er, heita vit undirritaðu á tygum um at rudda skuffuna ? ongantíð ov skjótt ? og gera skil á hesum álvarsmáli. Latið ikki henda skammblett verða sitandi á Heilsumálastýrinum. Vit og nógvar aðrar bíða ótolnar eftir at sleppa til verka í Heimarøktini.


Vinaliga,


Sunneva Tyril, Hervør Svalbard og Sigrid Ludvig, heilsuassistentar