Opið bræv til Føroya løgmann

Í svari tygara dagfest tann 20. mai 1999 verður funnist at, at vit leggja okkum út í arbeiðslagið hjá løgmanni. Ein niðurstøða í svarinum er eisini, at hendingin við Landsverkfrøðinginum ongar avleiðingar fær hvørki fyri landsstýrismannin í vinnumálum ella fyrisiting hansara, og avgerðin við uppsøgnini ikki verður sett til viks.

Ætlanin hjá Verkfrøðingafelagnum, Byggifrøðingafelagnum og Starvsmannafelagnum við skrivinum ta nn 10.05.99, var ongantíð at leggja okkum út í arbeiðslagið hjá løgmanni sum heild. Harafturímóti vildu feløgini minna á, at løgmaður og vit gjørdu eina avtalu tann 7. januar um hvussu farast skuldi víðari fram í málinum um Landsverkførðingin. Henda avtala meta vit er brotin við tí frágreiðing sum nú fyriliggur frá løgmansskrivstovuni, og við tí omanfyrinevnda svari frá løgmanni.

Eisini vilja vit vísa á, at feløgini í góðari trúgv gjørdu avtalu við varaløgmann Høgna Hoydal um, at viðurskiftini skuldu kannast til botns, og váttar hann hetta í grein í bløðunum 06.01.1999, har hann m.a. sigur »tann fyrisitingarligi parturin av málinum verður kannaður til botns og møguligar avleiðingar kunnu takast«.

Høvuðsatfinningarnar í skrivi okkara vóru:


1.at frágreiðingin var ófullfíggjað, og

2.at § 2 í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum var brotin.


Í svari tygara verður als ikki nortið við hesar álvarsomu niðurstøður.

Vit skulu minna tygum á, at henda framferð hjá umsitingini ikki er nýggj fyri okkum. Vit eru von við at okkara sáttmálamótpartur í umsitingini heldur seg kunna tulka ein sáttmála, sum er gjørdur millum tveir partar, eftir egnum høvdi.

Málið um Landsverkfrøðingin er bara eitt av dømunum um umsitingarligt »svans« frá Vinnumálastýrinum. Vit kenna øll til málið um Kunningardistin. Tvey fólk, sum høvdu bygt hesa sera dygdargóðu tænastu upp frá fyrsta degi av, verða koyrd til hús. Eftir boðum frá Vinnumálastýrinum yvirtekur Strandferðslan til at privatisera diskin. Tá vit, við hjálp frá tygum, vísa á, at mannagongdin er skeiv, royndir Vinnumálastýrið at rætta feilin. Hetta endar við, at Kunningardiskurin heilt ógrundaður verður privatiseraður.

Feløgini hava ongantíð ætla at lagt okkum út í, hvør persónur er Landsverkfrøðingur. Men vit fara undir ongum umstøðum at finna okkum í, at Vinnumálastýrið fyri at bjarga sínum egna skinni, sær seg noytt til at leggja Landsverffrøðingin saman við onkran annan. Tí, hví var Landsverkfrøðingurin annars uppsagdur.

Tygum eru leiðari av eini samgongu, sum sigur seg ikki taka undir við umsitingarliga bygnaðinum hjá Finn Norman Christensen. Svar tygara váttar tó, at tygum sum ovasti starvsfólkaleiðari landsins heldur gjørdar avtalur. Tað mátti verið áhugamál hjá einum tílíkum leiðara at fingið eitt gott samstarv við starvsfólk síni. Tað sýnist ikki at vera so, men vit skulu við hesum boða frá, at hjá okkum er bikarið nú fult.

Vit fara at halda eitt vakið eyga við mannagongdum í almennum umsitingini, og fara undir ongum umstøðum at lata tað fara aftur við borðinum, at okkara limir ikki fáa tær sømdir teir hava sambært sáttmálanum. Vit hava fyrr víst á, at vit kunnu svara aftur, og fara framyvir uttan himpr at gera tað, kemur ikki skil á.


Vinaliga

Føroya Verkfrøðingafelag

Føroya Byggifrøðingafelag

Starvsmannafelagið




Starvsmannafelagið

Att: Gunnleivur Dalgarð

J. H. Schrødersgøta 9

100 Tórshavn


Víst verður til skriv tykkara dagfest 10.05.999 og 19.05.1999 um uppritið viðvíkjandi niðurlegging av starvinum sum landsverkfrøðingur. Í niðurstøðuni verður krav sett fram um, í fyrsta lagi at málið skal fáa avleiðingar fyri rætta viðkomandi. Í øðrum lagi at avgerðin um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður sett til viks, og málið viðgjørt av nýggjum.

Hervið verður sagt frá, at vit meta ikki, at fakfeløgini eiga at seta krøv um, hvørjar avgerðir um avleiðingar løgmaður tekur í einstøkum málum. Í øðrum lagi kann løgmaður upplýsa, at hann fer ikki at krevja av landsstýrismanninum í vinnumálum, at avgerðin um uppsøgnina av landsverkfrøðinginum verður sett til viks, so at málið kann viðgerast av nýggjum.


Vinalig heilsan

Anfinn Kallsberg,

løgmaður/


Marjun Hanusardóttir,

løgmansstjóri