OPIÐ BRÆV TIL FØROYINGA

Versta fíggjarkreppa í mong áratíggju fer nú um heimin og lítast má langt aftur í søguna til at finna samsvarandi tilburðir

Avleiðingar av kreppuni raka Ísland harðari enn flestonnur lond. At tríggir einskildir bankar rendu seg fastar, hevur gjørt Íslandi stóran fíggjarligan skaða. Undir hesum truplu umstøðum noyddist íslendska stjórnin at leita sær hjálp hjá altjóða stovnum og vinartjóðum. Tað varð gjørt við teirri føstu ætlan at endurreisa fíggjarkervið í landinum, at gera manngarð um vælferðarskipanina og aðrar undirstøður samfelagsins og at standa við skuldbindingar okkara mótvegis øðrum londum, soleiðis sum vit altíð hava gjørt.

Tá ið íslendingar hava verið fyri náttúruvanlukkum, eittnú í sambandi við eldgosið í Vestmannaoyggjum 1973, hava mangar vinartjóðir verið fyrimyndarliga skjótar at veita okkum góða hjálp, og somuleiðis hava vit sjálv eisini eftir førimuni roynt at rætta øðrum hjálparhond, tá ið hart leikaði á. Nú, ið mannelvt hóttafall er komið á okkum, er tað hugaligt at vita sær, at stuðulin ikki er minni enn áður. Fíggjarkreppa er um heimin allan, og íslendingar vita sjálvsagt væl, at trupulleikar eru aðrastaðni enn hjá okkum, og gera sær eisini púra greitt, at myndugleikarnir í einum og hvørjum landi fyrst og fremst hava skyldu til at hugsa um áhugamálini og trygdina hjá sínum egnu borgarum. Íslendingar eru tískil enn meira takksamir fyri ta hjálpsemi, ið vinartjóðir sýna, og slík hjálpsemi gevur harafturat vón um, at breið samstøða fæst um at loysa heimskreppuna.

Eingin ábyrgdarfull stjórn fer at læna himinháar upphæddir uttan orsøk, serliga ikki tá ið tað umsíðir hevur eydnast at gera ríkiskassan at kalla skuldarleysan, men tað slapst tíverri ikki undan at biðja um lán. Lánveiting frá altjóða stovnum og vinartjóðum ger tað møguligt hjá okkum at fara undir endurreisingararbeiðið og veldur, at vit koma skjótari uppundanaftur. Umframt Altjóða Gjaldoyrisgrunnin, har Ísland hevur verið limur síðani 1946, ætla Føroyar, Pólland, Noreg, Danmørk, Finnland, Svøríki og Russland at læna Íslandi pening, og harafturat er hugsandi, at Evropiska Samveldið (ES) fer at taka lut í hesum felagsátakinum hjá omanfyrinevndu pørtum. Eftir teirri tveyáraætlan, sum Ísland og Altjóða Gjaldoyrisgrunnurin hava lagt í felag, er ikki í umbúna at lata lánsfæið renna beinleiðis inn í íslendska búskapin. Tað skal heldur standa sum varagrunnur til at gera tað møguligt hjá Seðlabanka Íslands at fáa gjaldoyrismarknaðin í rættlag aftur, tí tað er ein fyritreyt fyri búskaparligum bata og endureising. Kortini er greitt, at við lánsfænum ber ikki til at tryggja óbroytta støðu í Íslandi, men hinvegin gevur tað íslendingum høvi til at gera neyðugar ábøtur á stjórnarskipanina og fíggjarkervið komandi mánaðirnar og árini.

 

Fallið hjá íslendsku bankunum var so brátt og stórt og avleiðingar av tí í Íslandi so ítøkiligar, at íslendingar eyðvitað stúra fyri framtíðini og altjóða støðu og framtíð landsins sum heild. Støðan er sera hættislig, men við miðvísum og skilagóðum átøkum hjá íslendskum myndugleikum, við samstøðu í fólkinum og moralskum, politiskum og fíggjarligum stuðli frá altjóða stovnum og vinartjóðum, eru útlit til, at hesin standurin bert verður fyribils. Fámentir og fátækir íslendingar stovnaðu sjálvstøðugt lýðveldi og stríddu seg fram til betri lívskor undir truplum umstøðum, og eftirkomarar teirra fara treyðugt so eisini at vinna á núverandi vandum. Ongar áneyðir eru at falla í fátt. Ísland hevur bæði gott fólk og náttúrutilfeingi, sum tryggja, at vælferðarsamfelagið framhaldandi kann útbyggjast, og lýðveldið kann røkja skyldur og njóta rættindi síni í heimssamfelagnum. Stjórnin hevur tískil sett sær fyri at leggja serligan dent á framsókna og burðardygga gagnnýting av tilfeinginum í sjónum og varandi orkukeldum við tí fyri at eyga at eggja til meiri nýskapan og fjølbroytni í íslendskum vinnulívi, so at íslendingar eisini í framtíðini kunnu brúka útbúgving sína og vitan til frama fyri komandi ættarlið.

Íslendingar hava altíð verið søguliga tilvitaðir. Eyðvitað kann slíkt tilvit viðhvørt villa fólk av leið og út í fortíðardýrkan, men oftari enn ikki ger søguligt tilvit tað lættari at seta samtíðina í størri samanhang. Íslendska fólkinum bilar ikki søguminni, og vinargerð í lagnustund verður seint gloymd.