Tú tosar og skrivar um sjálvstýrið og nærum alt skal vera eftir íslenskari fyrimynd.
Undirritaði hevur búð í Íslandi í 26 ár og havi eg nakrar spurningar til Høgna Hoydal.
1. Er ætlanin at seta lønarlagið í Føroyum niður á sama støði sum í Íslandi, t.v.s. 40-50 kr. pr. tíma?
2. Veit Høgni Hoydal, hvussu íslenskir pesjónistar hava tað?
3. Skal ognarskattur setast á?
4. Skulu kona og maður út at arbeiða 14-16 tímar pr. døgn, fyri at hava sama peningastøði, sum í dag?
5. Veit Høgni H. at Ísland verður kallað »Singapore Norðursins« vegna lága lønarstøðið:
hóast Ísland hevur eitt hitt størsta fiskiøki í Europa
hóast Ísland hevur eina mest av heitum vatni í undirgrundini í verðini, til at hita hús upp við
hóast Ísland hevur størstu vatnmongd í Norðurlondum til orkuframleiðslu.
Ísland hevur uml. 10 stór virkir, sum smelta alminium og metalgrót.
Ísland fiskar ímillum 1-1,3 milliónir tons av ymiskum fiskasløgum um árið.
Skattaprosentið í Íslandi er 39,2%, í Føroyum 42-45% eftir løn.
Høgni Hoydal! Kanst tú geva Føroya fólki eina frágreiðing uppá, hvussu samgongan ætlar at fíggja eitt føroyskt sjálvstýri og helst á ein hátt, at vanligt fólk skilir, hvat tú tosar um. - Tað eiga føroyingar krav uppá. Minst til at Føroyar, er ikki títt privatríkið.
Sjálvt Ísland við øllum sínum náttúruríkidømi kann ikki syrgja fyri sær sjálvum uttan at taka stórt lán uttanlanda.
Høgni! Eini góð ráð. Far fyrst og kanna málini um tey kunnu lata seg gera við góðari lukku fyri fólkið og landið. Ber tað til, er bert at fara ígongd.
Høgni, hví brúkar blint fólk stav?
Jú, til at vita um tað er gjørligt at ganga eina ella aðra gøtu. T.v.s. at føla seg fram.
Høgni - fá tær stav.
Robert Robertson