Opið bræv til løgmans

Landsstýrismaðurin hevur uppsagt okkara landsverkfrøðing! Hann ? og harvið eisini vit onnur ? eru ákærd fyri samstarvstrupulleikar. Eg dugi illa at síggja aðra konstruktiva leið enn, at tú sum løgmaður krevur av landsstýrismanninum at hann yvirfyri okkum, við tær og pressuni (t.d. almennar frásagnir) sum uppmonnum, leggur ákærurnar fram, soleiðis at vit kunnu viðgera tær eina fyri og aðra eftir, skrivar Signar P. Heinesen m. a. í opnum brævi til løgmann:

Góði løgmaður


Vit á Landsverkfrøðinginum hava rættiliga greitt og erliga víst á okkara støðu og givið okkum víðopin fyri almenninginum við virksemi okkara á stovninum tey seinastu mongu árini, hetta skrivað í sambandi við óvirðiligu uppsøgn Hennings, nú fyrrverandi landsverkfrøðing.

Hóast hetta er eitt opið, persónligt bræv til tín, so ivist eg ikki í, at eg tosi fyri meginpartin av stovninum fyri ikki at siga allan stovnin, at vit eru ikki minni enn skelkaði. Kann vera, at eg orði kenslur og tankar eisini hjá fólki aðrastaðni í skipanini. Tí frustratiónirnar í tí føroyska almenna sektorinum eru margfaldar í dag. Kostnaðarmiklar bæði í peningi og í menniskjavirðum.

Eitt er uppsagnir og broytingar í viðurskiftunum. Sum starvsfólk á einum stovni, sum gjøgnum øll hesi seinastu 10 árini hava livað undir óstøðugum viðurskiftum, so er hetta ikki nakað nýtt ella ótespiligt. Hetta er ein partur av tilverunnar margfaldi.

Nei, tað, sum skelkar okkum, er arbeiðshátturin! Ikki bert er hann ósambærligur við sáttmálar, sum tú, sum løgmaður, hevur evstu ábyrgd av, verða hildnir; men hesin arbeiðshátturin er so grundleggjandi ósambærligur við okkara fatan av sjálvum grundvøllinum í okkara gerandisdegi. Sum onkur á stovninum helt fyri: ?... hetta liggur uttanfyri míni fatanarevni ? hetta er slíkt, sum vit viðhvørt síggja í onkrum filmi!?

Hetta brævið verður skrivað ígjøgnum fjølmiðlarnar sum opið bræv, tí tað hevur almennan áhuga ? og eg skrivi tað persónliga, tí at eg kann umboða stovnin uttan at bera alt ov stóran ótta fyri, um uppsøgnin kemur í morgin. Harafturat fái eg verið heilt persónligur og konkretur í mínum orðingum.

Mín loyalitetsfatan eftir 3 ár undir leiðsluni hjá Mikkjali Helmsdal, sála, og 10 árum undir Henningi Jacobsen, nú fyrrverandi landsverkfrøðingi, er rættiliga einføld: Skattaborgarin skal gjalda mína løn og tað, sum eg brúki. Hann hevur fyrsta prioritet. Eg skal tæna føroyska samfelagnum uppá sikt!

Løgtingið setur kós og skapar rúm. Tað hevur annan prioritet, sum alla tíðina skal ráðgevast soleiðis, at tað fyriheldur seg til, hvat tænir samfelagnum nú og framyvir. Tann triði prioriteturin, landsstýrismaðurin, skal alla tíðina fyrihalda seg til løgtingið. Tí skal stovnsins ráðgeving hava í huga landsstýrismansins ábyrgd mótvegis løgtinginum. Fyrisitingin ímillum hesi liðini er bert ein spurningur um mannagongdir, sum skulu fylgjast. Útinningin í verki skal vera sambært landsstýrismansins avgerð.

Fakið sjálvt er eitt apriori: Tað er! Hvørki landsstýrismaður ella løgting kann broyta fakið.

Fólk hava starvast hjá Landsverkfrøðinginum og lagt lív og sál í at fylgja hesum loyalitetsprinsippum í eini eind í 50 ár. Tá nú landsstýrismaðurin alment ákærir fyrrverandi landsverkfrøðingin fyri samstarvstrupulleikar, so ákærir hann eisini okkum onnur fyri samstarvstrupulleikar, har eg sjálvur helst eri ein hin fremsti, soleiðis sum málini eru komin fyri tey seinnu árini.

Tá nú landsstýrismaðurin ikki kann brúka fyrrverandi landsverkfrøðingin, so kenna vit á okkum, at hann heldur ikki hevur brúk fyri okkum øðrum. At so onkur er noyddur at verða sitandi fyir at uppihalda sær og sínum er so ein onnur søk, men lítið vert at byggja land á.

Eg skal mánadagin tann 4. januar 1999 møta honum, sum eftir landsstýrismansins avgerð er mín stjóri. Eftir míni veruleikafatan hevur hesin maðurin dømt seg sjálvan í sambandi við starvssetanina ? uttan mun til hvør hann so er. Hvussu eg enn inni í mær sjálvum royni at finna konstruktivar leiðir, so hevur tað higartil ikki borið mær til ? tí her valdar meinska og óprofessionalisma.

Eg dugi ongan veg at síggja fram eftir míni loyalitetsfatan. Her verður bert ein spurningur um at halda mín egna rygg frían ? og tað liggur mær rættiliga fjart!

Hetta kann avgerast sera einfalt: eg og tey stinnastu á míni deild kunnu siga upp ella lata okkum uppsiga. Tað var so havnadeildin. Sama kann gerast á øðrum deildum. Tey stinnastu í góðum árum kunnu lata seg siga upp ? hini mega liva óttafull eftir.

Eg fái meg bara ikki til at hugsa soleiðis ? í fyrstu atløgu. Eg ynski ikki at liva í einum landi, sum so ótespiligt svíkir tey veikastu og svíkir fakið.

Tað er ein fiksur setningur, at maður kemur í mans stað ? men fara eg og tey stinnastu á havnadeildini, so verður trupult hjá teim veikastu at sita eftir og tað verður eisini trupult at halda fakinum í allari síni breidd. Nú eru vit heilt einfalt so fáment og uppgávurnar so fáar, at tað verður trupult at byggja royndirnar upp av nýggjum.

Undir einum ikki-tekniskum stjóra verður trupult sjálvt hjá mær við 13 ára royndum at virka loyalt og fakliga professionelt ? verri verður hjá einum nýggjum manni ella nýkomnum útlendingi! Vit kunnu í einingi báðir nevna okkurt dømi frá øðrum stovnum, um tað hevur áhuga.

Taki eg samanum, so siti eg í eini tvístøðu, sum helst er tvístøðan hjá øðrum á stovninum eisini: At lata seg uppsiga er eftir hesi fatan at sleppa bæði faki og fólki uppá fjall ? samfelagnum til ógagns og mær sjálvum til vanæru! At góðtaka og arbeiða loyalt undir tí arbeiðshátti, sum brúktur er, er eitt loyalitetsbrot á mína menniskjafatan og eg dømi meg sjálvan til vanæru og óprofessionalismu.

Sum løgmaður hevur tú evstu umsitingarligu ábyrgd av umleið 5-6000 fólkum í almennum størvum. Tað er tú, sum leggur linjuna fyri hvat ber til og hvat ikki ber til ? hvørjar arbeiðshættir vit kunnu liva við og hvørjar vit ikki kunnu liva við. Sum støðan er, so ert tú eisini næsti leiðari mín, hóast bæði stjóri, deildarleiðari á Vinnumálastýrinum, vinnumálastjóri og landsstýrismaður formelt eru millum okkum báðar. Sum støðan er, kann teirra formella vald ikki nýtast til annað enn at sekkja okkum, sum halda okkum vera væl fyri og so at píska tey veikastu á stovninum.

Tað, sum serliga ræðir meg er, at hendan óhumskan, sum nú rakar fyrrverandi landsverkfrøðingin og okkum á stovninum stendur ikki einsamøll. Hon er vorðin reglan hesi seinnu árini.

Uppsøgnin av Henningi Jacobsen er tann ótespiligasta, tí við skjølum á borðinum kann gerast sannlíkt, at hann er koyrdur vegna góða leiðslu og ikki øvugt!

Vit kunnu bara hava tær ymisku og mótsigandi frágreiðingarnar frá landsstýrismanninum í huga ? ta einu løtuna er talan um bygnaðarbroytingar, ta næstu er talan um samstarvstrupulleikar og viðhvørt er tað enntá vegna ov vánaligar informatiónir.

Hóast vit ferð eftir ferð royna at fáa málini á borðið, so er tað higartil ikki eydnast. At landsstýrismaðurin soleiðis verður villeiddur við óneyvum og umsitingarliga óhegnisligari ráðgeving er ikki nakað nýtt fyri okkum.

Afturat hesum: Hvørja objektiva grundgeving hevur landsstýrismaðurin til at leggja uppsøgnina inn í jólahalguna?

Mínir spurningar eru einfaldir: Kanst tú sum løgmaður í einum framkomnum landi liva við tí framferðarhátti, sum nýttur er? Undrar tað teg, at vit eru summi, sum síggja hetta sum eitt prinsippmál um, hvussu vit velja leiðarar og leiðsluhátt? Heldur tú veruliga, at tað ber til at vinna fram á leið á henda hátt? Heldur tú veruliga, at hetta er leiðin til størri sjálvræði?

Eg ynski ongar viðmerkingar um tað tekniska í at leggja báðar stovnarnar saman, tí tað er sakini óviðkomandi. Bygnaðarbroytingin hjá Finn Normanni Christensen er eisini óviðkomandi, tí sjálvt hon hevði borið væl til í sambandi við Landsverkfrøðingin, um Vinnumálastýrið loysti sína fornemstu fyrstu uppgávu: at fáa skilagóðar mannagongdir til vega t.d. ígjøgnum eina ítøkiliga viðgerð av reglugerðini fyri stovnin.

Hvussu koma vit víðari?

Landsstýrismaðurin hevur uppsagt okkara landsverkfrøðing! Hann ? og harvið eisini vit onnur ? eru ákærd fyri samstarvstrupulleikar. Eg dugi illa at síggja aðra konstruktiva leið enn, at tú sum løgmaður krevur av landsstýrismanninum at hann yvirfyri okkum, við tær og pressuni (t.d. almennar frásagnir) sum uppmonnum, leggur ákærurnar fram, soleiðis at vit kunnu viðgera tær eina fyri og aðra eftir.

Tá vit so hava viðgjørt ákærurnar, so kunnu vit koma til eina niðurstøðu. Tá er tað rættiliga einfalt fyri í hvussu so er meg sjálvan. Er niðurstøðan tá, at tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur verið trupul at samstarva við, so havi eg einki at gera í almennari umsiting anno 1999!

Er niðurstøðan hin øvugta, so er málið væl truplari at loysa. Men kanska kann tað gerast byrjanin til eina heilt nýggja tíð í føroyskari umsiting.

Sum eg síggi støðuna, so má hetta gerast, áðrenn okkara fyrsta arbeiðsdag saman við nýggja stjóranum. Annars er sannlíkt, at niðurbrótandi kreftir fáa alt valdið, og meir enn neyðugt fer fyri skeyti.

Hóast eg veit, at tín støða er sera trupul á so mangan hátt, so mega vit royna at koma fram til eina leið, sum so frægt sum møguligt verður ein sømiligur endi á einum sera ørkymlandi máli fyri nógvar partar í samfelagnum ? kanska fleiri enn tey flestu geva sær fær um.


Signar P. Heinesen

Leiðari á havnadeildini hjá Landsverkfrøðinginum - enn