Rúni Lisberg
---
Nú eru nógv ár síðani eg seinast setti hendan spurningin til Landsverk. Enn ein nýggjur landsverkfrøðingur er settur í djúpa leðurstólin á kontórinum í Havn, men einki hoyrist um, nær hann ætla at seta pening av til tað arbeiði, sum enn bíðar teimum í Sumbiartunlinum.
Síðani 1997 hava vit bíðað eftir, at ljós skuldi setast upp í tunlinum og at skúmgummi mátturnar, sum stórur partur av tunlinum er bjálvaður við, skulu dekkast til við betong, og at okkurt skuldi gerast við vandamiklu stálstengurnar, sum standa út úr vegginum. Men einki orð hoyrist, hvørki frá okkara landspolitikarum ella frá Landsverki.
Málið sær ikki út til at verða lagt á hillina, men inn í eitt skáp, og hurðin læst væl og virðiliga.
Tunnilin, sum svingar sum eitt S, er fyri ein stóran part bølamyrkur. Uml. 1700 metrar av teimum 3200 metrunum sært tú onga ljósglæmu yvirhøvur, munnarnir síggjast ikki, og einki ljós er enn komið upp at hanga. Tonk, um nú t. d. ein bilur steðgar upp/missir streymin og kemur at standa myrkur í hesum myrku svingunum inni í tunlinum, har loyvt er at koyra við 80 km/t. Hvat ræðuleiki kann ikki standast av, um ringast vil til?
Fleiri 100 metrar eru tapetiserað við einum slagi av skúmgummi, ið er einar 50 mm. tjúkt. Tunnilin er sera vátur. Skúmgummi mátturnar verða nýttar til at fanga teir nógvu smáu vatnlekarnar, so teir ikki renna/dryppa og oyðileggja asfaltið á vegnum.
Vatnið rennur niður eftir útsíðuni á máttuni og niður í rabattina/skervin í vegsíðuni.
Hesar mátturnar útgeva lívshættisligan royk, um tær koma í samband við eld, og eru ikki loyvdar í einum tunli, uttan so, at tær eru dekkaðar til við betongi e.l.
Vágatunnilin t. d. fekk ikki loyvi til at lata upp alment, fyrr enn hesar máttur vóru dekkaðar.
Tonk hvat ólukka, sum kann standast burtur úr, um tað skuldi hent, at eldur kom í ein bil har hesar máttur eru?
Stálstengurnar sum endurskin hanga á, stinga fleiri metrar frá vegginum og inn til asfalt kantin. Grovt sagt hanga hesar stengur í passandi hædd til at klippa heysin av tí/teimum, sum sita í síðuni inn í móti vegginum, um ein bilførari gerst óheppin og koyrir út í rabattin. Fyri ikki at tosa um, um hetta skuldi hent fyri eina motorsúklu.
Hatta má og eigur at gerast tryggari, fyri okkum sum koyra ígjøgnum tunnilin?
Tað er so mangan komið fyri, at grót liggur á vegnum í tunlinum, og hevur hetta eisini verið sera vandamikið. Minnist eg rætt, so skal loft og veggir í einum ein vegtunli reinsast fyri hvørji 2-3 ár.
Nú eru 15 ár gingin, og vil eg enn einaferð seta Landsverkfrøðinginum hesar spurningar:
1. Nær verður peningur settur av til hesir sera vandamiklu manglar í Sumbiartunlinum.
2. Nær eru loft og veggir í tunlinum seinast reinsað/skrótað?
3. Hvør tekur ábyrgdina um ein slík ólukka hendir?