Opið bræv til stjóran Reidar Nónfjall og landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge

Gjørdist ikki sørt bilsin av tíðindum í degi og viku fríggjakvøldið 29.10.

Privat transportfeløg og vinnan skulu nú fáa møguleika at bíleggja fast pláss við Ternuni um Vestmannasund.

Hini kunnu sostatt eins og nú standa í bíðirøð, og vóna at pláss verður, nú tey verða skumpa longur aftur í bíðirøðina. Er hetta útjaðaraøkispolitikkur SL stjórans og Landsstýrisins? Vónandi ikki.

Tó so, eg skilji sera væl tann trupulleika, ið transportfeløg og vinnan annars hava um Vestmannasund.

Men teirra trupulleiki er ikki størri enn tann sum øll, ið nýta hesa farleið merkja hvønn einasta dag.


Tveir bólkar: Tey útvaldu og tey diskrimineraðu

Hví skulu tveir bólkar av ferðandi vera um Vestmannasund? Á ein hátt er hetta diskriminering. Bólkur 1: Tey útvaldu, ið hava serrætt at sleppa við: (SL, bilar, bygdaleið bussar, postbilar, bussar til flogvøllin).

Bólkur 2: Tey diskrimineraðu, ið sleppa at fylla skipið, eftir at tey útvaldu eru sloppin við.

Sum skilst, so ætlar SL stjórin at vinnan kann fáa loyvi at bíleggja pláss frammanundan, og harvið økja um tann skeivleika, ið longu fer fram ídag.

Tað kann als ikki góðtakast at tey, ið vanliga ferðast um Vestmannasund, nú skulu rykkja aftur í bíðirøðina, fyri at onnur skulu rykkja fram. Tey flestu, ið ferðast um Vestmannasund eru á ein ella annan hátt í vinnuørindum og hava sama rætt.

Sjálvur haldi eg, at rætt hevði verið at farið undir eina skipan at biðja um pláss við ferjuni. Men hendan skipan eigur at verða galdandi fyri øll ferðandi á jøvnum støði. Men kannast eigur at vera fyrimunir og vansar við eini slíkari.

Antin eiga øll í bíðirøð ella eiga øll at biðja um pláss (sjúkrabilur tó altíð serrætt at sleppa við).

Ein bíleggingarskipan hevði givið møguleika fyri planlegging bæði hjá vinnuni og »privatum«.

Men støðan hjá vanliga brúkaranum eigur ikki á nakran hátt at gerast verri enn hon longu er í dag.

Tað, ið kom fram í tíðindunum eigur tí ikki at vinna frama sum einasta broyting.

PS: Var ikki rímiligt at broytingar í ferðaætlan, eins og ein møgulig bíleggingarskipan varð løgd fyri kommunustýrini í Vágum til ummælis áðrenn broytingar vórðu settar í verk?


Heilsan

Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins