Aftaná at Sinnisbati hevur sent fleiri skriv, og enn onki hevur hoyrt aftur, loyva vit undirritaðu feløg enn einaferð at vísa á skeivleikan í avgerðini at lata aftur Pensionatið á Eirargarði 4.
Bólkurin »sálarlig brek« eru feløg undir MBF, og átala vit harðliga hesari avgerð, ið kann verða til óbótaligan skaða fyri búfólkini, um tey verða flutt á psykiatriskar deildir á LS, vegna fíggjarligar sparingar.
Í ST reglunum stendur at eitt og hvørt land eigur at tryggja sær, at menniskju, ið bera brek, verða vird, sum fólk flest. Búfólkini á Pensionatinum er ónøgd við støðuna, og kann hetta væl verra um teirra sjúku eisini.
Tað undrar okkum stórliga at frætta at ráðini
Ráðið fyri brekað
Ráðið fyri Sjúkrahúsið
ikki eru spurd til ráðs, áðrenn slík avgerð verður tikin.
Enn einaferð heita vit inniliga á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum um nú í seinastu løtu at taka hetta mál upp í álvara, og spyrja seg sjálvan, hevði eg viljað fingið eina slíka viðferð. Vónandi verður Pensionatið á Eirargarði 4 ikki stongt.
Um spurningar eru og vit kunnu hjálpa, eru tit vælkomin at ringja til eitt av niðanfyri standandi feløgum.
Blíðar heilsanir,
Sinnisbati
MBD/DAMP
Autistafelagið
Javni
Sjúklingafelagið
Avrit sent:
Sjúkrahúsráðnum
Ráðnum fyri brekað
Sjúkrahússtjóranum
Pensionatinum
Fyristøðukvinnuni á psyk. d.
Yvirlæknunum á psyk. d.
Sjúklingafelagnum
Føroya Løgtingi
M.B.F.