Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri opnum kappingum á Tórsbreyt sunnudagin 13. mars. Talan er um rennikappingar bæði í stutt-, mið- og langteinum, og kapping í longdarlopi. Kappingarnar eru fyri øll, menn og kvinnur, gentur og dreingir í øllum aldri. Eltíðtøkuútgerðin hjá FÍF verður nýtt, so her verður høvi bæði til at royna seg móti okkara bestu og til at fáa eitt neyvt úrslit skrásett. Børn fødd í 2000 og yngri kunnu renna 60 og 100 metrar. Ung og vaksin fødd í 1999 og eldri hava møguleika at renna 100, 200, 800 og 5.000 metrar. Øll kunnu luttaka í longdarlopi.
Kappingin byrjar kl 14. Tilmelding við luttakaragjaldi verður á Tórsbreyt kl. 13.30, skrivar heimasíðan hjá Bragdinum.