Fríggjakvøldið hava føroyingar møguleikan at vinna 1,65 milliónir krónur í Gekkinum og sambært tølunum hjá Kringvarpinum, so er størri møguleiki enn nakrantíð at vinna stóru upphæddina. Tí hóast Gekkurin er so líðandi nærkast tveimum milliónum krónum, so eru føroyingar ikki eins ídnir at keypa gekkaseðlar, ið teir hava verið áður, tá vinningurin hevur verið høgur. `
Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum, upplýsir at tað í síðstu viku, tá vinningurin var 1,5 millión krónur, vórðu seldir umleið 27.000 gekkaseðlar, ið er umleið 3.000 seðlar fleiri enn fyri tveimum vikum síðan. Tað er tó væl minni enn fyri tveimum árum síðan, tá Gekkurin eisini var uppi á 1,5 millión krónur.
- Í mars 2016, tá Gekkurin seinast var uppi á 1,5 millión krónur, seldu vit umleið 34.500 seðlar, meðan sølan í síðstu viku var umleið 27.000 seðlar. Tað er ein munur á umleið 7.500 seðlar, hóast upphæddin er tann sama. So tað tykist, at tað skal meira til nú, áðrenn fólk keypa seðlar, sigur Jákupa Mikkelsen.
Fyrisitingarleiðarin vísir eisini á, at Gekkurin javnan hevur verið yvir eina millión krónur seinnu árini og er tað kanska viðvirkandi til, at áhugin ikki verður stórur beinanvegin.
- Seinastu vikurnar hevur sølan ligið fyrst í tjúgunum. Gekkurin hevur verið yvir eina millión krónur nakrar ferðir síðstu árini, og tað sæst, at sølan av seðlum veksur ikki líka skjótt nú sum í 2013, tá vit komu yvir milliónina fyrstu ferð. So áhugin er ikki líka stórur, tá tað hendir javnan, sigur Jákupa Mikkelsen.
Hagtølini vísa tó eisini, at áhugin fyri at spæla Gekk tekur dik á seg, tá vinningurin fer upp á eina millión krónur.
- Tá vinningurin kom upp á eina millión krónur øktist sølan frá umleið 14.700 til umleið 20.000 seðlar. Orðið millión ger eitt ella annað. Tað er heilt klárt okkurt psykologiskt í tí, sigur fyrisitingarleiðarin.