Tey, sum hava verið vitni til glantrileikin um skipan av nýggjari samgongu í Tórshavnar Býráð bæði undrast og øtast.
Allur moralur og sømuligheit eru blakað fyri borð til frama fyri kyniskt maktspæl og reindyrkaða opportunismu.
Óreiðiligheit og lokabrøgd slóa nú vegin til hægsta álitissessin í størstu kommunu í landinum.
Lønin hjá Heðin Mortensen fyri at stinga egnar floksfelagar í ryggin og leypa frá gjørdum avtalum er, at Heðin Mortensen nú er kosin borgarstjóri í nýggju samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Heðin Mortensen í nýggjum hami sum javnaðarmaður.
Tað stendur rimmarfast og er ein óreingiligur veruleiki, at Heðin Mortensen tann 10. november 2004 umleið kl. 01.30 uttan fyrivarni skrivar undir eina bindandi samgonguavtalu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um samstarv í Tórshavnar Býráð fyri komandi fýra árini, har borgarstjórin var valdur og allir nevndarformanssessinir mannaðir.
Samgongan var fingin undir land og allir partar halda nú standa væl til. Samgongufelagarnir fegnast um nýggju avtaluna og fara sum natúrligt er heim at hvíla seg eftir eitt drúgt og stríggið valkvøld.
Men hvat ger svíkurin Heðin Mortensen? Hann fer beinleiðis av fundinum og uttan at boða sínum floksfeløgum frá fer hann á nýggjan fund við Tjóðveldisflokkin og Javnaðar-flokkin um skipan av einari aðrari samgongu.
Sjálvsagt er Heðin sjálvur borgarstjórakandidatur, tí einki minni enn hægsti sessur í býráðnum, sum hann hevur tráa so leingi eftir, kann metta hansara markleysu maktgirnd.
Enn einaferð ger Heðin eina avtalu við tveir aðrar flokkar um samgongu uttan nøkur fyrivarni, har nevndarsessirnir eisini verða býttir millum flokkarnar. Nevndarsessir verða eisini tillutaðir sambandsflokkinum, uttan at hansara floksfelagar eru so frægt sum kunnaðir um nakað sum helst av tí, sum fer fram.
Ongin kann vera í iva um, at Heðin Mortensen hevur gjørt seg sekan í einum sera álvarsligum álitis- og lyftisbroti, sum ongantíð verður rættað uppaftur.
Persónurin Heðin Mortensen er rætt og slætt og ikki til at líta á og er tað tí uppá sítt pláss, at skýra komandi býráðsformannin við sínum rætta heiti, sum er »orðloysingur«!
Tá vandi var fyri, at borgarstjórasessurin var í vanda skifti Heðin bara enn einaferð hest. Maðurin er jú ein politiskur vingluskøltur uttan støðufesti ella skruplir.
Heðin útnevnir seg frá degi til dags frá at vera sambandsmann til at verða javnaðarmann og meldar seg galant inn í javnaðarflokkin, sum tekur ímóti við opnum ørmum.
Javnaðarflokkurin saman við tjóðveldisflokkinum gera so ikki mætari enn at tilnevna Heðin til borgarstjóra enn einaferð, og hesaferð við tí sannførandi grundgeving, at Heðin var vorðin ein hollur og álítandi javnaðarmaður.
Skommin er teirra og lat javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin eiga hana.
Niðurstøðan av øllum hesum sirkusi má vera, at Heðin Mortensen kann ikki takast fyri fult. Hansara undirskrift er hvørki bindandi ella álítandi og ongin kann taka mannin í álvara eftir hetta.
Um Heðin framvegis heldur seg vera álitismann og ikki orðloysing, so eigur hann at krevja uppreisn. Ger hann ikki tað hevur hann sjálvur viðurkent henda dóm, sum allar tíðir fer at standa sum ein skammblettur bæði fyri hann og hansara samstarvs-felagar, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin og ikki minst Tórshavnar kommunu.