Jóhanna Vang og børnini Oddvør og Jóhan Kári hava fordjúpað seg í nýggja mállæruspælið "Orðálvur".
Spælið er uppbygt á nøkulunda sama hátt sum vælkenda Trivial Pursuit.
Kristianna Poulsen og Rannvá Skeel Johannsen hava ment spælið og greiða soleiðis frá, hvussu ein skal spæla Orðálv.
- Spælið eitur Orðálvur, og hann er ein lítil føroyskur álvur, sum býr á oynni Orðoy, og tá vit spæla, eru vit gestir á hansara oyggj. Hann hevur gjørt ein veg allan vegin niðan á tindin, sum vit ferðast eftir, og á vegnum spyr hann okkum spurningar. Tá vit so eru komin niðan á tindin, áttu vit at dugað rættiliga nógv um navnorð.
Tá Jóhanna og børnini spældu, byrjaðu tey á torleikastigið eitt, men hækkaðu til stig tvey og síðan til trý.
- Dótturin, sum er 18 ár, kláraði hægsta stigið uttan trupulleikar, og sonurin uppá 14 kláraði seg eisini heilt væl á hægsta stigi, sigur Jóhanna.
Á eskuni stendur at spælið er ment fyri børn níggju ár og uppeftir. Jóhanna metur at børn mugu hava lært eitt sindur av mállæru fyri at fáa nakað burturúr.
Spælið er gjørt so, at bæði tey veikastu og sterkastu innan mállæru skulu kunnu kappast og er á tann hátt eitt perfekt familjuspæl.