Nú er greitt, at føroyski bólkurin ORKA, verður at síggja á G! pallinum í summar. G! Festivalurin kunngerð, at bólkurin ORKA trínur á pall í Gøtu í summar.
Fyrireikarar siga soleiðis um bólkin.
- ORKA er økologiskur og hondgjørdur elektron-etno-rokkur, at líkna við onkra løgna, frumkenda urt, sum bara kann vaksa á eini heilt ávísari rók í einum illa atkomiligum drangi ella stakki.
ORKA skal spæla á Roskilde, SPOT og Iceland Airwaves.
Teirra samstarv við tónleikaran og komponistin Yann Tiersen í fjør vakti stóran ans fleiri staðni á meginlandinum, og ORKA hevur longu verið í landsdekkandi sjónvarpi fleiri staðni í Europa, sum úrslit av hesum samstarvi.
Fyrireikarar siga, at fólkini handan G! eru errin av at bjóða ORKA til áhoyrarnar, og ikki minni errin, at hetta verður einasta høvið at uppliva ORKA við Kára Sverrisyni og fullari uppseting í Føroyum í summar.