ORKA og BUDAM hugtaka í Frankaríki

Eftir tvær tær fyrstu konsertirnar á TransMusicales í Rennes hava føroysku tónleikabólkarnir ORKA og Budam fingið sera góð ummæli frá fjølmiðlunum. Somuleiðis hava báðir bólkarnir fingið tilboð um at spæla ymsastaðni kring Evropa

Bæði ORKA og Budam hava fingið tilboð um at koma at spæla á kenda spælistaðinum ROYAL FESTIVAL HALL í London. Hetta verður í sambandi við Noise of Art festivalinum 19. apríl 2009.

Ein hópur av miðlum hava gjørt samrøður við og um ORKA og Budam, eitt nú The Observer.

Í næstu vikur fer størsta tónleikablaðið í Onglandi, NME, at útgeva langa grein um ORKA og Budam.

Í dag fer størsta franska sjónvarpsrásin TF1 at vísa brot av samrøðu við limirnar i ORKA.

RFI, franska útgávan av BBC, fer sendi eitt 10 minuttir langt innslag av teirra samrøðu við ORKA í gjárkvøldið.