Einasta føroyska navnið á plakatini hjá Roskilde higartil, er ORKA. Kári Sverrisson gevst fyribils í bólkinum, og nýggjur sangari hjá ORKA er Eivør ORKA hevur eina spennandi tíð fyri framman. Fyrsta festivalluttøkan í summar verður á SPOT festivalinum í Århus, sum verður 22. mai, og sum einasta føroyska navnið higartil, skal ORKA spæla á Roskilde festivalinum 3. juli í ár. Stóru nøvnini, ið higartil eru kunngjørd á Roskilde festivalinum eru Coldplay, Oasis, Pet Shop Boys og Kanye West. Harumframt er ein ørgrynna av bólkum og einstaklingum við á festivalinum. Teirra millum eru Trentemøller og Katzenjammer, sum ávikavist vera at finna á Við Múrin og G! Festivalinum í summar.
Tað verður kortini ikki ORKA við upprunaligu manningini, ið stillar upp á Astoria pallinum á Roskilde festivalinum tann 3. juli. Tað verður við Eivør sum sangara. Síðan Kári Sverrisson hevur avgjørt at fara úr bólkinum, hevur bólkurin vant við Eivør í eina tíð, og kemur hon at vera fastur partur av bólkinum í eina tíð framyvir. Talan verður kortini um nakað av umskifting, tí seinni í summar verður Kári Sverrisson við aftur í ORKA.
Astoria pallurin á Roskilde hevur pláss fyri umleið 3.500 gestum, og er ein pallur, ið gevur rúmd fyri intimiteti.
Seinni í ár fer ORKA á konsertferð við Yann Tiersen, og leggur bólkurin tá leiðina til Íslands, Pólands, Kekkia, Eysturríkis, Sveits, Týsklands og møguliga Italia.