Nýggja útgávan hjá Orka, Leipzig, kom út í summar í Føroyum, Danmark, Týsklandi, Sveits og Eysturríki gjøgnum Tutl.
Móttøkan hevur verið sera góð, Allscandinavian søgdu m.a.: "Nýggja plátan hjá ORKA er bæði teirra mest atkomiliga og samstundis eisini teirra løgnasta og mest anarktistiska pláta... tit kunnu vænta at finna Leipzig ovalaga á okkara lista yvir Bestu útgávur [2014]", týska Westzeit skriva stutt og greitt: "Einastandandi... Einastandandi gott!", meðan polska Muzyka Islandzka siga: "ORKA hevur óavmarkað tónleikaligt hugflog... ".
Orka hevur júst gjørt avtalu við Cargo Records, um at útgeva Leipzig í Onglandi. Plátan kemur út í Onglandi t. 15. desember í ár.
Leipzig er nú eisini prentað á LP.
Orka er broytt live frá at vera ein stórur bólkur við heimagjørdum ljóðførum til tveir mans á palli við nærum bert elektroniskum ljóðførum.
Til ber at hoyra ORKA fríggjadagin 14. november, tá Orka spælir til eitt tiltak í Perluni í Tórshavn, ið Sólsystemið skipar fyri. Á kvøldinum verður eisini ein ørgrynna av spennandi og feskum elektroniskum tónleiki at hoyra frá Hús, Kidda, Übernörd, og fred (UK).