Liss Hansen
Fleiri vóru tey, sum í spenningi bíðaðu eftir, at fyrispurningurin hjá Dan R. Petersen, tingmanni, skuldi verða svaraður í Løgtinginum hósdagin. Dan R. Petersen var burturstaddur tá spurningarnir vórðu svaraðir, so varamaður hansara, Andreas Petersen, tók sæti á tingi fyri hann hendan dagin. Og Adreas Petersen er ógvuliga ónøgdur við svarið frá Finnboga Arge
? Fyri tað fyrsta svaraði Finnbogi Arge bara uppá 2 av teimum 9 spurningunum, sum vóru settir, sigur Andreas. Orsøkin til, at hann er ónøgdur við, at allir spurningarnir ikki eru svaraðir er tann, at teir vórðu stillaðir fram til landsstýrismenninar í orkumálum og umhvørvismálum. Tí áttu allir 9 spurningarnir at verið svaraðir av báðum landsstýrismonnunum, og seinasta freistin at svara, var hósdagin. Tað er tað sama aðalstýri, sum skal hjálpa báðum landsstýrismonnunum at fáa tað rætta svarið fram, men at síggja til, hava teir bara sæð burtur frá 7 av spurningunum. Hetta er heilt burtur úr vón og viti, tí hvar kann man fáa eitt fullgott svar, um tað ber til at skáka sær undan á hendan hátt í tinginum?, spyr Andreas Petersen.
-Tað bleiv enn einaferð staðfest, at SEV ikki hevur fyri neyðini at søkja landsmyndugleikarnir um nakað loyvi til at útbyggja. Teir hava nevniliga rætt til at gera júst, sum teimum lystir! Tað bleiv staðfest í løgtinginum hósdagin, og hetta eri eg ovfarin av.
?Hatta er eitt ov vánaligt svar at fáa! Vit fingu klárt og greitt at vita frá orkumálaraðharranum, at tað ikki er hann sum hevur nakran møguleika at ávirka føroysk orkumál, og at umboðsmannanevndin hjá SEV, sum telur 75 bygdarráðslimir úr ymsu bygdarráðunum landi okkara, er tann evsti myndugleikin í orkumálum í Føroyum! Hóast hetta fer okkara landsstýri út at undirskriva konventiónir og avgerðir við onnur lond, ein og hevði tað nakað at siga á økinum! Tað ber ikki til at gera soleiðis! Her er okkurt galið, og tað má rættast beinanvegin, sigur Andreas Petersen.
Andreas Petersen sigur seg eisini ivast í, um hesir limirnir í umboðsmannaráðnum hjá SEV, veruliga vita av, at teir hava so nógv at siga í Føroyum! Serliga eisini tá hugsað verður um, at teir bert møtast einaferð um árið til ein góðan døgverða á onkrum hotelli í Havnini.
? Teir eru í hvusu er fáir, sum siga, at teir halda seg hava nakað at siga í umboðsnevndini hjá SEV í heilatikið. Í hvussu so er, tá teir verða spurdir, vísir Andreas Petersen á.
Hann sigur seg skilja svarið hjá orkumálaráðharranum soleiðis, at landsstýrismaðurin ikki hevur nakra ávirkan á orkupolitikkin, sum verður førdur í Føroyum í heilatikið!
- Vit fingu eina nýggja stýrisskipanarlóg fyri nøkrum árum síðani, har eitt av endamálunum var at staðfesta ábyrgd landsstýrismanna. Orkumál er eitt heilt stórt øki, og her sigur landsstýrismaðurin í orkumálum seg ikki hava nakra ávirkan í heilatikið! Hetta er í hvussu er ímóti tí andanum, sum hendan lógin var gjørd við. Lógin var gjørd við tí fyri eygað, at kunna staðfesta evstu ábyrgdina fyri einum og hvørjum øki hjá landsstýrismanninum, og so sigur orkumálaráðharrin frá tingsins røðarapalli, at hann hevur einki at siga á økinum? Her er ikki í lagi, og tað má fáast ein frágreiðing beinanvegin!, endar Andreas Petersen við at siga.