Temaið í Vikuskiftis Sosialinum frá í síðstu viku hevur skapt nógv rok í Sortudíki seinastu dagarnar. Fyrst upplivdist, at Rúni Heinesen, stýrisformaður afturvísti, at nøkur klaga lá hjá stýrinum, sum VikuskiftisSosialurin annars skrivaði. Síðani hevur Rúni Heinesen tó broytt hugsan og innihaldið í nevndu skjølum hevur verið til viðgerðar á stýrisfundi í kringvarpsstýrinum í gjárkvøldið. Boðini eftir fundin vóru, at stýrið hevur fult álit á stjóranum, Johnny í Grótinum, sum eftir øllum at døma eisini hevur svarað atfinningunum aftur í svarskrivi til stýrið.
Skjølini, sum VikuskiftisSosialurin umrøður í seinastu útgávuni snúgva seg um atfinningar móti stjóranum í samband við fleiri ítøkilig mál. Eitt teirra er handfaringin av skattamálinum, har ein einstøk hending, sum er nevnd í rúgvuni er, hvussu samrøðan við Eyðun Mørkøre í DV kjakið í september varð fyriskipað. Í skjølunum standa, at Johnny í Grótinum gjørdi avtaluna við Eyðun Mørkøre, uttan at redaktørur, journalistur ella tíðindaleiðari vistu um hetta.
Men hesum hevur Ivan Nicalsen, sum var redaktørur hetta kvøldið, afturvíst og er sostatt ikki av somu áskoðan sum sínir starvsfelagaðar.
Gegnistrupulleikin hjá Johnny í Grótinum í skattamálinum er eisini umrøddur í nevndu skjølum, og bæði Johnny í Grótinum og Liljan Weihe váttaðu í VikuskiftisSosialinum, at gegnistrupulleikin hevur verið umrøddur í Kringvarpinum. Nú hevur orrustan í Kringvarpinum elvt til, at Liljan Weihe, tíðindaleiðari, í morgun fekk ætlanarskriv um uppsøgn frá stjóranum, Johnny í Grótinum. Liljan Weihe hevur 14 dagar at svara ætlanarskrivinum.
Trýst á her fyri at síggja alt temaið frá seinasta VikuskiftisSosiali um Kringvarpið. - Av tí, at hesar síður eru so tungar, tekur tað eina lítla løtu at lata leinkjuna upp.