Í samband við ósemjuna , sum hevur verið í flokkinum í seinastuni, er tað uppá sítt pláss at gera ein stuttan samandrátt av teimum viðurskiftum, sum eru atvoldin til hesa støðu, tá tað fyri almenningin kann tykjast sum, at tað bert er eitt ávíst økisfelag, og ikki høvuðspersónurin, sum er atvoldin til trupulleikarnar.
Hendingarnar, sum hava elvt til ólag í Sjálvsýri eru í stuttum hesar:
1: Undan valinum í 2015, hevði Jógvan Skorheim avgjørt einvíst at broyta navnið á flokkinum til Nýtt Sjálvstýri, uttan at tryggja sær, at eitt so týðandi og principielt mál, sum sjálvt heiti á flokkinum, var lógliga samtykt á aðalfundi.
Hetta óheimilaða navnaskifti varð tó annulerað seinni, hóast mótstøðu frá formanninum.
2: Eftir valið 2015 var Sjálvstýri boðið til samgongusamráðingar.
Eftir drúgvar samráðingar avgjørdi hann einvíst at slíta samráðingarnar uttan, at landsnevndin, og harvið flokkurin varð eftirspurdur
Hetta var fyrsta týðuliga teknið um manglandi demokratiskt medvit, og eitt støðugt vaksandi einaræðislyndi hjá formanninum.
3: Triðja málið var, tá hann á aðalfundi í Klakksvík í 2016 skjeyt upp, at tinglimir og býráðslimir skuldu hava 4 atkvøður hvør, t.v.s. at ferfalda týdningin av hesum atkvøðum í mun til ein vanligan flokslim. Við sínum fýra býráðssessum í Klakksvík, og sær sjálvum, kom hann á henda hátt at umboða heilar 20 atkvøður, og harvið stýra flokkinum einsamallur úr Klakksvík.
Tíbetur bleiv hetta ódámliga og antidemokratiska uppskot tikið av borðinum, tá hann merkti harðligu mótstøðuna innanflokka móti einum slíkum einaræði úr Klakksvík.
4: Fjórða málið snýr seg um lokalpolitisku treytirnar, sum Skorheim setti í samband við fíggjarlógina í 2017. Samgongan fekk greitt at vita at Sjálvstýri atkvøddi bert fyri fíggjarlógini um eykajáttanir av ymsum slag, harundir læknamiðstøð, tekniski skúlin, sjóakvarium, rock savn v.m. vóru veittar til Klakksvíkar, meðan øll onnur øki í landinum vóru við sviðið soð.
Hetta er niðurbrótandi, og politiskt sera óheppið fyri ein politiskan flokk, tá kenslan úti um landi av góðum grundum verður tann, at formaðurin og harvið flokkurin bert røkir lokal áhugamál í Norðoyggjum.
5: Fimta málið, sum hevur skapað ófrið er tilboðið um at koma uppí samgonguna fyri kortum, har Sjálvstýri kundi fáa meginpartin av sínum politisku ynskjum uppfylt, umframt landsstýrissess. Hóast hetta sjáldsama góða tilboð, boykottaði Jógvan Skorheim, saman við sínum tegnum úr Klakksvík, henda møguleika hjá flokkinum at fáa politiska ávirkan, uttan at hesin týðandi spurningur bleiv realitetsviðgjørdur í landsnevndini.
Ivaleyst hevur tað ligið honum meira uppá hjarta at varðveita sítt dupultmandat, sum borgarstjóri og løgtingsmaður við nærum kr. 100.000 um mánaðin, enn at taka við einum landsstýrissessi, ella sum tað ringasta - alternativt at fáa ein politiskan kappingarneyta inn á vøllin.
6: Sætta málið, sum hevur elvt til ósemju var spurningurin um limaskap hjá Magna Laksafoss í sjálvstýrisflokkinum. Full undirtøka var í Streymoyar Sjálvstýrisfelag um at bjóða honum vælkomnum um hann søkti um limaskap. Vit kundu á henda hátt fingið eina nógv fleiri atkvøður, og harvið styrkt flokkin munandi í høvuðsstaðnum.
Landsnevndin varð kunnað um málið. Men formaðurin gjørdi ikki mætari enn alment at staðfesta, at avgerð var tikin í Landsnevndini um, at Magni ikki var vælkomin uppí Sjálvstýri. Hetta varð seinni afturvíst av landsnevndarformanninum Rógva Fossadal, sum segði at hetta bart út var ósatt, og at ongin avgerð var tikin hesum viðvíkjandi, tá talan bert var um eina kunning, og spurningurin um limaskap ella ikki- limaskap als ikki var á skrá fyri fundin.
7: Sjeynda málið, sum hevur elvt til nógv rumbul, er kvettroyndin móti Streymoyar Sjálvstýrisfelag, har nakrir persónar, harav tveir við eftirnavninum Skorheim, svóru seg saman um at taka verandi nevnd av ræði og seta nakrar strámenn hjá Skorheim ístaðin. Tá fleiri av uppmøttu persónunum ikki vóru skrásettir limir í felagnum, og ikki lógliga høvdu innmeldað seg sum limir, valdi verandi nevnd at kolldøma atkvøðugreiðsuna.
Felagið hjá Sjálvstýri í høvuðstaðnum skal nú eftir øllum at døma blíva ein filial av familjudynastinum hjá Skorheim í Klakksvík.
Zakarias Wang, stóð sum skutilsveinur hjá Skorheim á odda fyri hesum komplotti. Hann ætlaði enntá í stríð við lógir felagsins - at koppa allari nevndini í felagnum, og ikki bert teimum, sum stóðu fyri vali a aðalfundinum.
At formaðurin saman við síni familju og hentum handlangarum stingur sínar egnu í ryggin á henda hátt byggir ikki upp nakað álit í høvuðsstaðnum á leiðsluna í flokkinum, tvørturímóti.
8: Tað hevur nú eisini eydnast Skorheim við einum øðrum kvetti at beina Rógva Fossadal av vegnum, sum nevndarlim og lands-nevndarumboð fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag.
Orsøkin er einføld. Hann hevur nevniliga verið so framligur, at siga sannleikan og hava sínar egnu meiningar um ymisk viðurskifti. Slíkt er tað eftir øllum at døma ikki pláss fyri í einum flokki, har onnur sjónarmið enn tey hjá formanninum, ikki longur eru told!
Frá nú av fara eftir øllum at døma bara marionettfigurar hjá Skorheim, at mynda elsta flokkin í Føroyum.
Bjørn á Heygum

Orsøkir til tvístøðu og rembingar í Sjálvstýrinum

