Ósamd um kvinnurnar eru í verkfalli

Verkfallið er ongantíð avlýst, sigur Havnar Arbeiðskvinnufelag

– Til limir okkara, ið arbeiða undir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag: Tit hava av órøttum fingið at vita frá miðlum og arbeiðsplássum, at verkfallið er trekt aftur. Hetta er ikki rætt og tit skulu ikki fara til arbeiðis, so leingi verkfall er.

Soleiðis ljóðaboðini frá Havnar Arbeiðskvinnufelag til limir sínar í dag.

Men Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er als ikki samdur. Hann sigur, at verkfallið hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag umfatar ikki land og kommunur. Í øllum førum ikki enn.

Sum skilst á lagnum er ógreitt, um verkfall í heila tikið er lýst á kommunala økinum.

Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og borgarstjóri í Eysturkommunu, sigur við útvarpið, at tey sunnukvøldið fingu eina fráboðan frá Havnar Arbeiðskvinnufelag, um at tey lýsa verkfall fyri allar limir sum arbeiða á kommunala økinum. 

– Vit vístu á, at eingin sáttmáli er á økinum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Síðani varð fráboðanin tikin aftur mánadagin, og síðani hava vit einki hoyrt frá Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur Per Martin Gregersen við útvarpið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at tey ikki eru partur av nøkrum sáttmála, og at tey harvið meta seg standa uttan fyri verkfallið.

– Og tá verkfalsfráboðanin er tikin aftur, meta vit, at tey hava tikið tað til eftirtektar, segði Per Martin Gregersen, sum tí sigur, at limir kunnu og eiga at vera til arbeiðis á kommunala økinum eins og áðrenn verkfallið varð lýst.

Men í Havnar Arbeiðskvinnufelag eru tær ikki samdar, eins og tær vísa á í omanfyri nevndu fráboðan.