Ólavsøka er fyri framman, og eitt av mest savnandi tiltøkunum er felagssangurin á Vaglinum ólavsøkukvøld. Tá savnast túsundtals fólk at syngja saman eina løtu.
Tórshavnar kommuna hevur lagt sanghefti til felagssangin í ár út á heimasíðuna, og har ber til at staðfesta, at talan er um teir somu sangirnar, sum sungnir hava verið undanfarin ár. Sangir sum Dýrd á vík og vág, Land mítt, Nú menur náttin við smærur, Kom og dansa, So vakrar moyggjar, Sildavalsurin og Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt.
Tað hevur skapt kjak á Facebook um, hvørt sangvalið er ov traditionelt, ella um tað nevniliga skulu verða teir somu, gomlu sangirnir, ið verða sungnir ár eftir ár.
Í kjakinum føra summi fram, at nýggjari sangbarir sangir áttu at sloppið upp í part, so tað ikki verður ein fullkomin endurtøka av sangvali hvørt ár. Tey meira varnu halda, at onkrir einstakir nýggjari sangir áttu at verið blandaðir upp í teir gomlu.
Onnur føra fram, at eyðkennið og styrkin við sangløtuni er nevniliga, at hon hevur teir gomlu, kendu sangirnar á skránni, og at soleiðis skal tað verða. Onkur førir fram, at tað hevur verið roynt til okkurt høvi at velja nýggjari sangir, men tá var sera stór misnøgd við tað.
Í øllum førum er greitt, at tað verða teir somu sangirnir, sum fólk á hesari ólavsøku sleppa at syngja umaftur.