Ósemjurnar eru ov nógvar

­ Støðan er ikki góð. Tað merkist at val verður um ikki so langa tíð, sigur Lisbeth L. Petersen, sum eisini heldur, at stundin ikki er til tær stóru íløgurnar. Heldur átti at verið umhugsað at minka um skuldina, sigur tingkvinnan

Líkt er til, at samgongan hongur saman við vónini um at byggja Vágatunnilin, ið var orsøkin til at Sámal Petur í Grund, varð koyrdur frá sum landsstýrismaður.

Tað heldur Lisbeth L. Petersen er skeivt. Sámal Petur í Grund var koyrdur frá orsakað av háttinum, sum hann arbeiddi við málinum.

- Í fyrstuni skuldi tunnilin ikki kosta landinumeitt oyrað, men tað trúði eg ongantíð. Hvussu kann eitt partafelag skaffa fígging til so stóra verkætlan? spyr tingkvinnan, og leggur aftrat, at tað kortini verður landið, sum skal gjalda.

Hon hevur einki ímóti Vágatunnlinum, men hon heldur samstundis, at tíðin er ikki til so stóra íløgu júst nú.

Tað er hetta, sum hevur fingið Mariu Hansen, Jákup Joensen og Lisbeth L. Petersen í Sambandsflokkinum, at mótmæla uppskotinum um at seta pening í grunn.Tey mótmæla orðingina í uppskotinum, sum sigur ?fast samband um Vestmannasund³.

- Vit eru samd um, at okkurt má gerast við sambandið um Vestmannasund, men ikki, at tað skal vera ein tunnil. Vit hava tí boðað frá, at vit ikki atkvøða fyri hesum uppskotinum, sigur Lisbeth L. Petersen.

- Er tað rætt, aftur at seta pening í grunnar?

­ Eg havi, sum so, einki ímóti at seta pening í grunn, fyri at spara saman til eina íløgu. Vit fara at leggja annað uppskot fram við 2. viðgerð av málinum. Tí vil eg ikki siga meir um hetta nú, sigur tingkvinnan.

- Hvussu er poltiiska støðan, sæð frá tínum sjónarhorni?

- Hon er ikki góð, og alt ov nógvar ósemjur eru. Tað merkist, at val stendur fyri durum.

- Eg haldi tað vera meira umráðandi at umhugsa at gjalda skuld niður, heldur enn at gera stórar íløgur. Nøkur øki á fíggjarlógini eru so nógv skorin niður, at tað er ein spurningur, um tað ber til.

- Her hugsi eg serliga um sjúkrahúsverkið, sum er ringa samvitskan hjá flest øllum politikarunum. Tað er tí hugaligt, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður, nú er biðin um at sundurgreina allar játtanir til sjúkhúsverkið, so vit fáa neyvari yvirlit yvir, hvat peningurin verður brúktur til. Tá verður lættari hjá okkum politikararum at taka støðu til, um tað er rætt, sum vit gera.

- Jú, støðan er ógvuliga ótrygg. Tíverri søgdu vit fyri trimum árum síðan, at lærdu vit ikki at spara í kreppuárunum, so lærdu vit tað ongantíð. Nú virkar tað, sum hava øll gloymt tað, sigur Lisbeth L. Petersen.

Hon sat í býráðnum í Havn í 12 ár. Fyrstu fýra árini streymaði peningurin inn, men tey næst árini sóu tey í Býráðnum, at hetta var galið, og fóru undir at tátta í. Tað var áðrenn Landsstýrið varnaðist trupulleikarnar.

- Landsstýrið hevði at okkum í Býráðnum, tí vit spardu ov nógv. Tá vóru fólk ikki sinnað at fremja sparingar.

- Seinni,tá støðan gjørdist enn verri, komu somu fólk til okkara við atfinningum um, hví vit ikki høvdu spart meir, sigur Lisbeth L. Petersen, og vísir við hesum á, hvussu torført tað er at arbeiða, tá fólk leggja trýst á politikararnar.

- Áður hevur verið spurningur um trýst frá áhugabólkum, men nú er trýstið innanhýsis í Sambandsflokkinum?

- Hetta stavar helst eisini frá at val verður skjótt, og at politikarar serliga hugsa um lokalmál.

- Vit, sum sita í tinginum fyri Suðurstreym, fáa altíð at vita, at høvuðsstaðarøkið altíð fær sítt. Tí hava vit sitið og tagt, fyri ikki at øsa hinar upp.

- Eg ætli mær ikki frameftir at arbeiða móti mínum øki. Eg varð vald her í Suðurstreymi, og eg orki ikki longur at tiga.

- Nú í seinastuni er ágangurin vorðin so stórur, at eg, ið hvussu so er, ætli mær at tosa fyri mínum lokaløki.

- Tað verður altíð sagt, at Havnin fær alt, men soleiðis kenna vit tað ikki. Nú er tað soleiðis, at ikki bert havnarfólk búgva í Havn. Tað sæst einamest av bilarøðunum inn í Havnina, tá fólk fara til arbeiðis um morgunin. Men um høvuðsstaðarøkið verður væl skipað, so fáa øll eisini ágóðan av tí, sigur Lisbeth L. Petersen.

Spurd, nær hon væntar val, sigur Lisbeth L. Petersen, at tað helst verður í vár.