– Óskiljandi at koppsett ferðafólk enn skulu testast

Hjá Smyril-Line stúra tey fyri, at kravið um at kanna ferðafólk fyri koronu við landamarkið, kann ávirka eftirspurningin eftir ferðaseðlum

Tað gevur ikki nógva meining, at koppsett fólk skulu testast við landamarkið. Tað heldur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri í Smyril-Line. Tí hetta fær útlendsk ferðafólk at aftra seg við at bíleggja sær ferðir til Føroya.

 

– Tað eru fleiri ferðafólk óskiljandi um. Tí er tað ikki bara-bara at selja ferðaseðlar fyri tíðina, sigur hon.

 

– Tað kostar jú yvir 300 krónur at testa hvønn persón, og hendan upphæddin verður løgd oman á ferðaseðlaprísin. Tað ger jú, at prísurin dýrkar. 300 krónur eyka pr. høvd í einari familju á fýra, har øll eru liðugt koppsett, tað eru nógvir pengar, sigur Henny á Líknargøtu.

 

Hon heldur, at myndugleikarnir eiga at broyta hetta, tí tað kann allarhelst leggja lunnar fyri, at fleiri ferðafólk koma hendan vegin, men vónirnar eru ikki stórar.

 

– Sum nú er, ætlar mann at gera testa koppsett fólk, til summarið er liðugt. Vit vóna ikki, at tað heldur fram. Men man hoyrir ikki, at nøkur ætlan er um at gevast.

 

– Tað er sjálvandi skiljandi, at fólk, sum ikki eru koppsett, enn skulu testast. Men eisini at testa hini, sum antin hava havt koronu ella eru koppsett, tað er rættiliga specielt, sigur Henny á Líknargøtu, sum eisini er forkvinna í Ferðavinnufelagnum.

 

Annars er eftirspurningurin eftir ferðaseðlum við Norrønu eitt vet størri, enn hann hevur verið.

 

– Men tað skal nokkso nógv til fyri at koma á normalstøðið frá 2019 aftur. Vit fáa kanska eitt nøkunlunda summar í ár, og vit vóna, at heystið verður betur.