Tíðarritið The Economist hevur gjørt eina kanning av, hvat tað kostar at liva í stórbýum kring heimin, og burtur úr tí er komin ein listi við tí, tey kalla heimsins dýrastu stórbýir.
Ein norðurlendskur býur er á listanum, og tað er norski høvuðsstaðurin Oslo, sum fjórðdýrasti stórbýur at búgva í.
Ovast á listanum eru tveir japanskir býir Tokyo og Osaka og nummar trý er Sydney í Australia. Hinir býirnir á listanum eru Melbourne, Singapore, Zurich, Paris, Caracas og Genève.
Kundi tú hugsað tær at farið til heimsins bíligasta stórbý, skalt tú leggja leiðina til Karachi í Pakistan. Hinir býirnir á topp 10 listanum við heimsins bíligastu stórbýum eru: Mumbai, Delhi, Katmandu, Algier, Bukarest, Colombo, Panama City, Jiddah og Teheran.