Tað hevur verið frammi áður, og kringvarpsstjórin staðfestir enn einaferð, at ráðini ikki eru til at senda útidystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.
- Vit kundu fáa hendur á einum samlaðum pakka, tá hendan undankappingin byrjaði, men prísurin var 225.000 krónur, og tað høvdu vit snøgt sagt ikki ráð til, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Atfinningarsamar røddir hava verið frammi um, at tað er ov vánaligt, at sjónvarpið ikki sendir útidystirnar hjá fótbóltslandsliðnum, men sambært kringvarpsstjóranum er tað ikki bert prísurin fyri sjálv rættindini, sum kosta.
- Vit skulu jú eisini senda fólk av landinum, og tá lønirnar eru goldnar, eru ikki nógvir pengar eftir, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Kringvarpið slepti kortini ikki endanum, og hevur ligið framvið eftir einstakum dystum, tó uttan úrslit.
- Trupulleikin er hesaferð, at tað eru fleiri, ið hava rættindini til dystirnar. Sport 5 hevur rættindini til teir flestu dystirnar, men til Italia-dystin liggja rættindini hjá einum lokalum útbjoðara. Vit kannaðu eftir, hvat tann dysturin fekst fyri, og har var prísurin 75.000 krónur, og tað hava vit altso ikki ráð til, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Hon hevur tó vónir um, at útidystirnir til komandi kapping kunnu fáast lagaligari enn til verandi kapping.
- Tað verða aðrir útbjóðarar, sum fara at hava rættindini til komandi undankapping, so vit rokna við, at vit kunnu vísa komandi útidystir hjá fótbóltslandsliðnum, sigur Annika Mittún Jacobsen.