Fiskivinna
Á aðalfundi í felagnum Línuskipum herfyri, heittu limir felagsins á nevndina um at arbeiða fyri, at norsku línuskipini, sum fiska á djúpum vatni undir Føroyum, permanent verða útihýst á Føroyaleiðini.
Felagið Línuskip heldur, at nú skipini í bólki 3 við broytingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap eru vorðin 26 í tali í mun til 19-20 frammundan, er ikki grundarlag fyri norsku línubátunum undir Føroyum.
Línumenn halda, at føroysku skipini hava brúk fyri leiðunum, har norsku línubátarnir royna, serliga um várarnar, tá ið gýtingin er fyri, og nógvar leiðir eru stongdar. Teir fýlast eisini á, at norsku skipini bæði kunnu fiska í føroyskum sjógvi og í ES sjógvi á sama túri. Hinvegin kunnu føroyskir línubátar ikki fiska í føroyskum sjógvi og íslendskum sjógvi á sama túri.
Grundarlagið burtur
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg skilja sjónarmiðini hjá føroyskum línumonnum, men dugir ikki at síggja, at føroyskir myndugleikar soleiðis í eini handavending kunnu útihýsa norskum línubátum at fiska undir Føroyum.
- Møguleikin hjá norðmonnum at fiska brosmu og longu á djúpum vatni undir Føroyum, hevur verið ein partur av avtaluni millum londini, síðan fiskimarkið varð flutt úr á 200 fjórðingar í sjeytiárunum.
Hann heldur, at grundarlagið undir fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg dettur burtur, um eitt slíkt stig hevði verið tikið.
- Hóast eg kann skilja sjónarmiðini hjá føroyskum línumonnum, hevði tað verið eitt ov drastiskt stig at tikið í einum, sigur Bjørn Kalsø.
Umstøður skifta
Landsstýrismaðurin vísir á, at tíðir broytast, og tí er eisini ymiskt, hvønn týdning eitt nú føroyskir línumenn leggja í at veiða brosmu og longu á djúpum vatni.
- Undanfarin ár hevur toskafiskiskapurin hjá føroysku línubátunum verið góður, men nú minni toskur er at fáa, er djúpa vatnið vorðið meira áhugavert aftur.
Rólant Poulsen, formaður í Línuskipum, vísti fyrr í vikuni á, at hýran umborð á eitt nú føroysku flakatrolarunum eystanfyri og føroysku nótaskipunum er nógv betur enn hýran umborð á føroysku línuskipunum. Tí dugdi hann ikki at síggja nakra meining í, at føroyskir línumenn skulu bløða fyri fiskirættindini hjá hesum skipum í norskum sjógvi.
Bjørn Kalsø sigur, at pelagisku fiskasløgini í stóran mun verða sett upp ímóti hvørjum øðrum í fiskiveiðiavtaluni millum londini, og tí verður makrelveiðan í norskum sjógvi í fyrsta lagi "goldin" við svartkjafti undan Føroyum.
- Men tað er rætt, at grundarlagið undir sínámillum avtaluni um botnfiskin í norskum sjógvi, er botnfiskurin, sum norsku línuskipini kunnu veiða undir Føroyum.
Norðmenn komnir
Í samrøðuni við Sosialin mánadagin, vísti Rólant Poulsen á, at norskir línumenn hava stóran áhuga fyri línuveiðini í føroyskum sjógvi og teir plaga at liggja klárir at koma hendanvegin, so skjótt jólini eru løgd aftur um.
Og rætt er tað.
Hóast samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og Noreg enn ikki eru lidnar, eru norskir línubátar longu komnir higar til lands at bíða.
Hósdagin komu teir fyrstu bátarnir, og teir liggja nú eystanfyri Bursatanga í Havn og bíða eftir úrslitinum av samráðingunum, sum seinastu tríggjar dagarnar hava verið í Danmark.
Bjørn Kalsø visir á, at tað alla tíðina stendur opið fyri okkum føroyingar at taka støðu til, hvat loysir seg best fyri okkum í longdini.
- Men einki gerst í eini handavending, og soleiðis er eisini við norsku línubátunum undir Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.