Í nátt vóru boð eftir løgregluni úti á Argjahamri. Fólk kærdu um, at ov harður tónleikur var úr einum húsum.
Løgreglan kom á staðið og tosaði við fólkini, ið høvdu ov harðan tónleikin. Tey vóru biðin um at skrúva niður og at lata vindeygu og hurðar aftur, tí hetta órógvaði grannar.
Eisini vóru boð eftir løgregluni, tí ein maður lá avdottin á horninum R. C. Effersøesgøta/Gripsvegur.
Løgreglan fór eftir manninum, men hann var so trill í ørviti, sum vaktleiðarin málbar seg, at tey tóku hann við í kasjottina at sova rúsin út.