Ov harður tónleikur frá stundetaveitslu

Løgreglan fekk í nátt klagu um ov harðan tónleik úr einum húsum

Í nátt mátti løgreglan út í eina studentaveitslaðu at fáa tey at dempa tónleikin. Tað var ein granni, sum kærdi seg ov nógvan gang. Har stóð alt víðopið, og har vóru fólk í góðum lag við harðum tónleiki. Tey vórðu biðin um at dempa bæði seg og tónleikin, so grannarnir kundu fáa náttarfríð.

So var tað ein granni hjá Norðurlandahúsinum sum kærdi sína neyð fyri løgregluni, tí einki skil var á parkering í grannalagnum hjá Norðurlandahúsinum.

– Har var tiltaglað við bilum, so har vóru nakrar bøtur skrivaðar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hon sigur, at har var ikki framkomandi á gongubreytini fyri parkeraðum bilum, og tað er sjálvandi ikki í lagi.

Og í morgun stutt fyri klokkan 7 fekk løgreglan fráboðan um, at tríggi leysir hestar gingu á vegnum á Agjrum. Aktingarmaðurin hjá Tórshavnar kommunfekk boð um at taka sær av tí málinum.