Rúni Rasmussen hjá Skála var ikki nøgdur um spælið, sum hann og liðfelagarnir sýndu sunnudagin.
- Tað var ikki nóg gott. Onkursvegna, so var ov lítið hugflog yvir spælinum hjá okkum, og fram um alt, so hava vit ov lítla ferð á spælinum. Tað ger, at uppgávan hjá mótstøðuliðnum verður alt ov lørr, so vit ikki fáa lagt trýst á, sigur Rúni.
Men hann er tó ikki samdur í, at VB/Sumba kanska skuldi fingið sær stigini suður við.
- Eg haldi, at vit nú eisini skapa okkara kjansir. Og helst høvdu vit fleiri møguleikar, enn teir høvdu. Men samanumtikið, so var javnleikurin helst á góðari leið, sigur Rúni.