Men býráðslimir í Havn halda, at hon er so ljót, at tey vilja hava, at útsjóndin verður broytt, annars fær hon ikki byggiloyvi.
Tað er løgreglan, sum hevur søkt býráðið um loyvi at byggja eina politistøð við Karlamagnusarbreyt og at leiga eitt stykki á góðar 1.700 fermetrar frá kommununi til endamálið.
Men harumframt skal grannastykki á slakar 900 fermetrar, eisini takast til parkeringspláss. Poliitiið skal hava eini 8-10 av teimum og útkoyringin verður á Karlamagnusarbreyt.
Men talan er bara um eina fyribils politistøð í eini fimm ár. Og tá politiið flytur, verður økið ruddað og latið kommununi aftur.
Ætlanin er at byggja eitt hús í trimum hæddum. Hvør hæddin verður 810 fermetrar. Tilsamans verður húsið 2.430 fermetrar og góðar 10 metrar høgt. Út ímóti Karlamagnusarbreyt verður móttøkan hjá politinum. Sum býráðslimir hava skilt tað, vendur »ryggurin« út ímóti Karlamagnusarbreyt.
Í sjálvum garðinum verður bilskýli umframt parkeringspláss til 12 bilar og útkoyring við portið verður út móti vegnum Myllutjørn.
– Eg fekk ein lítlan skelk, tá ið eg sá, hvussu politistøðin skal síggja út,
Tað staðfesti Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd býráðnum, sum hevur viðgjørt umsóknina um byggiloyvi til politistøðina.
Málið varð lagt fyri býráðið hóskvøldið, og har varð samtykt at geva geva politinum byggiloyvi.
Men tað er við teirri treyt, at útsjóndin verður broytt og nú skulu samráðingar vera ímillum býráðið og politiið um tað.
Annars vóru býráðslimir sum heild alt annað enn fegnir um yvirhøvur at geva politinum loyvi at byggja støðina, og summir søgdu, at tað var við ringum tannabiti, at byggiloyvi verður givið til eina fyribilsloysn.
Fleiri av býráðslimir førdu fram, at nógv ræðandi dømi eru í Havnini um, at fyribils loysnir verða meiri ella minni varandi loysnir og teir vilja tískil tryggja sær, at politistøðin eisini verður tikin niður aftur um fimm ár.