Ov nógv chips og cola

Ungu hondbóltsspælararnir skulu hugsa meira um, hvat teir eta, tí í løtuni snýr tað seg alt ov nógv um cola og chips. Hetta heldur nýggi ungdómsráðgevin hjá hondbóltsfelagnum Stjørnuni, sum nú leggur á annan bógv við ungdómsarbeiðinum

Hondbóltur


Klaksvíkingar skulu hava fleiri og betri hondbóltsspælarar, og úrslitini í øllum deildum skulu betrast við tíðini.

Tað er endamálið við nýggja ungdómspolitikkinum hjá Stjørnuni.

- Ungdómsvenjingin hjá Stjørnuni hevur verið merkt av tilvildarligum loysnum, men nú skal tað vera øðrvísi. Vit hava lagt eina miðvísa ætlan fyri venjingina í teimum yngru deildunum, og endamálið er at fáa góðar spælarar, sum kunnu skaffa felagnum betri úrslit í øllum deildum.

So greitt málber nýggi ungdómsráðgevin hjá Stjørnuni seg.

Hann hevur eina fortíð í Neistanum, hevur gloymt fótbóltshjartað eftir í B36, hóast hann býr í Klaksvík, og hann venur eisini meistaraliðið í kvinnudeildini.

26 ára gamli Rógvi Nielsen hevur seinastu vikurnar arbeitt miðvíst við at skipa venjingarnar hjá Stjørnuni av nýggjum og syrgja fyri, at tað verður løgd ein slagplan um, hvussu felagið skal venja spælararnar í teimum ymsu aldursbólkunum.

- Stjørnan hevur einki manslið havt í bestu deildini í fleiri ár, tað er langt ímillum meistaraheitini hjá yngru liðunum, og kvinnuliðið kann koma at mangla spælarar um eitt ella tvey ár. Tí er neyðugt við einum miðvísum ungdómsarbeiði í felagnum, sigur Rógvi Nielsen.


Venjarar vóru sleptir upp á fjall

Stjørnan ásannaði fyrr í ár, at tað var neyðugt at gera meira við ungdómsarbeiðið fyri at halda felagnum uppi og at menna tað.

Samstundis ynskti felagið at ríða á bylgjuni, eftir at Stjørnan hevði vunnið sítt fyrsta meistaraheitið í kvinnudeildini í næstan eitt mannaminni.

Rógvi Nielsen fekk til uppgávu at skipa ungdómsarbeiðið í felagnum, og tað hevur hann síðani arbeitt við.

- Vit hava gjørt eina venjarahondbók, har vit gera greitt, hvat spælararnir skulu læra í teimum ymsu aldursbólkunum. Venjararnir skulu vita, hvat tað er, sum Stjørnan leggur dent á, og málið við hesi skipanini er at tryggja, at vit fáa betri spælarar bæði í ungdómsdeildunum og seinni hjá teimum vaksnu, sigur Rógvi Nielsen.

- Stjørnan hevur havt tann trupulleikan í nógv ár, at tá venjarar eru funnir til tey ymsu liðini, eru teir sleptir fullkomiliga upp á fjall og hava ikki vita síni livandi ráð, hvat teir skulu gera viðvíkjandi venjingini.

Hetta hevur gjørt tað trupult hjá felagnum at finna venjarar, og tað hevur eisini verið til at sæð aftur í spælinum hjá teimum ymsu liðunum. Ungdómsráðgevin og venjarahondbókin skulu tryggja, at hetta ikki verður støðan framyvir.

- Nevndin í Stjørnuni hevur tikið undir við, at vit skulu arbeiða eftir einum føstum leisti í framtíðini, og venjararnir vita eisini, hvat teir skulu leggja dent á í sínum venjingum. Harafturat verða teir ikki sleptir upp á land, tí mín uppgáva sum ungdómsráðgevi er at verða nógv til staðar í høllini og at stuðla venjarunum, greiðir Rógvi Nielsen frá.


Gjørdi nógv við tað í Danmark

Rógvi Nielsen byrjaði sína venjarakarrieru sum 13 ára gamal í Neistanum. Har slapp hann at royna seg og fekk so líðandi meira ábyrgd av venjingunum.

Seinni royndi hann seg eisini í Klaksvík, har hann fann sær unnustu, og tá hann í 1995 fór til Danmarkar at lesa, kom rættiligur álvari í venjaraarbeiði.

- Eg fekk ábyrgdina av einum liði, sum spældi í bestu dreingjadeildini, og tað setti stór krøv til mín. Eg tók øll grundskeiðini, og ungdómsráðgevin í felagnum sendi meg eisini til alskyns skeið og fyrilestrar um hondbólt, greiðir Rógvi frá.

Samstundis sum hann var venjari, tók hann seinni eisini elituvenjaraskeið innan danska hondbóltssambandið.

- Munurin millum ungar spælarar í Danmark og Føroyum er, at í Danmark seta spælararnir hørð krøv til venjaran. Um teir eru misnøgdir við okkurt, so fært tú tað eisini at vita.

- Eisini frá felagnum verða krøv sett venjarunum, sum venja liðini, og um tú ikki gert eitt nóg gott arbeiði, ja, so fært tú fótin.

Rógvi Nielsen kom heim aftur í fjør, og síðani hevur hann verið venjari í Stjørnuni.


Undirtøkan næstan ov stór

Nýggi politikkurin, sum longu sæst aftur í venjingunum hjá Stjørnuni, hevur havt við sær vaksandi áhuga fyri hondbóltinum millum ungar dreingir og gentur.

- Tá børn og foreldur vita, at tað er skil í felagnum, er tað lættari at fáa børnini at spæla hondbólt. Nú vit rættiliga eru komin í gongd við hondbóltinum í vetur, mugu vit ásanna, at vit hava meldað ov fá lið til kappingina. Harafturat er áhugin fyri venjingunum hjá teimum yngstu so stórur, at vit kenna okkum noyddar at siga nei til at loyva fleiri uppí, sigur Rógvi Nielsen.

Nakrar tímar fyri, at vit prátaðu við hann týsdagin, hevði hann havt 46 gentur undir 10 ár til venjing, og undirtøkan er vorðin tann sama hjá dreingjunum í sama aldursbólki.

- Men líka so skjótt, sum tað er at fáa fleiri spælarar í felagið, líka so skjótt er tað at missa teir aftur, um óskil kemur á. Tí mugu vit leggja okkum eftir at hava góðar venjingar og at betra støðugt um umstøðurnar í felagnum.

Hóast stóra undirtøka millum tey yngstu, so veit ungdómsráðgevin væl, hvar stóri trupulleikin er.

- Síðani 1994 hevur hondbóltskarrieran hjá einum Klaksvíksdreingi verið liðug, tá hann er vorðin 14 ára gamal, sigur Rógvi og sipar til, at Stjørnan seinastu seks árini ikki hevur havt lið við dreingjum 16 ár ella unglingum.

- Vit kenna eisini trupulleikan hjá gentunum. Tá gentur og dreingir blíva tannáringar, er tað so nógv annað, sum verður meira áhugavert. Men okkara stóra uppgáva verður nú at halda fast um hesar spælararnar í felagnum, samstundis sum vit skulu menna teir til góðar spælarar.

- Ein partur av okkara ungdómspolitikki er eisini, at tá spælararnir eru vorðnir 12 ára gamlir, satsa vit upp á teir bestu. Vit hava sjálvandi pláss fyri øllum spælarunum í felagnum, men eftir 12 ára aldurin skulu vit leggja okkum eftir serliga at menna teir góðu spælararnar, sigur Rógvi.


Ungu spælararnir skulu eggjast

Stjørnan hevur havt gott kvinnulið í fleiri ár. Seinasta kappingarár vunnu kvinnurnar FM-heitið, og tær eru aftur við í toppinum í ár. Men ungdómsráðgevin, sum eisini er venjari hjá kvinnunum, sær ein vanda fyri framman.

- Vit mangla ungar kvinnuligar spælarar, sum kunnu koma á liðið næstu árini. Tað mangla spælarar frá 16 árum og nakað upp eftir. Tí er vandi fyri, at kvinnuliðið kemur at mangla spælarar longu um eitt ella tvey ár, sigur Rógvi Nielsen.

- Ætlanin við einum meira miðvísum ungdómspolitikki er eisini, at felagið skal sleppa undan slíkum holum aftur. Tilgongdin til besta kvinnuliðið í felagnum skal verða meira støðug.

Tá tað snýr seg um manshondbóltin í Klaksvík, er ikki nógv at rópa hurrá fyri, hóast 2. deildarliðið hjá felagnum hevði ein góðan dag seinasta vikuskiftið, tá teir vundu burtur úr teimum næstbestu vestmenningunum.

Stjørnan hevur ikki havt lið í bestu mansdeildini í fleiri ár, og eitt skifti var vandi fyri, at manshondbólturin fullkomiliga skuldi hvørva úr felagnum.

Men Rógvi Nielsen heldur, at møguleiki er fyri, at klaksvíkingar aftur fáa eitt 1. deildarlið í hondbólti.

- Skal tað eydnast, so ræður tað um, at vit fáa teir nógv góðu ungu dreingjaspælararnar at støðast í felagnum. Vit mugu eggja teimum til at halda fram, geva teimum avbjóðingar og hug at halda fram, eftir at teir eru vorðnir 15 ella 16 ára gamlir.

- Seinastu árini hava nógvir góðir dreingjaspælarar verið í felagnum, men teir eru slopnir at gevast, og teirri gongdini mugu vit venda. Um tað eydnast, ja, so er eisini møguleiki fyri, at Stjørnan aftur kann fáa eitt lið í bestu mansdeildini, heldur Rógvi Nielsen.


Ov tungir spælarar

Í sínum arbeiði sum ungdómsráðgevi hevur Rógvi Nielsen eisini roynt at sett ljóskastaran á matvanarnar hjá børnunum.

- Ungdómurin hevur alt ov ósunnar matvanar - tað er ikki bara í Klaksvík, men helst allastaðni í Føroyum. Ungu hondbóltsspælararnir skulu hugsa meira um, hvat teir eta, tí í løtuni snýr tað seg alt ov nógv um cola og chips. Tað síggja vit millum annað, tá vit eru og ferðast við ungu liðunum, sigur Rógvi Nielsen.

- Hetta sæst eisini aftur í, at ov nógvir spælarar eru ov tungir. Teir ungu spælararnir viga ov nógv, og kanska er trupulleikin serliga stórur hjá gentunum.

Ein av avleiðingunum av hesum er, at ungdómsvenjarin hevur sett spælarunum forboð fyri at drekka sodavatn í sambandi við venjingarnar. Spælararnir sleppa at drekka vatn og einki annað.

- At byrja við gramdu tey seg um hetta, men nú klára tey seg øll við at drekka vatn, tá tey eru til venjing.

Rógvi hevur eisini greitt ungu spælarunum frá, at teir mugu hugsa meira um, hvat tað er, sum teir eta, tí tað ræður um at eta sunnan mat.

- Eg havi greitt gentunum varisliga frá tí, meðan dreingirnir hava fingið tað hart og kontant at vita. Men hóast eg royni at greiða teimum frá hesum, so mugu tey sjálvi royna at eta sunnan mat, og foreldrini mugu eisini hjálpa til, heldur Rógvi.

Sum ungdómsráðgevi hjá Stjørnuni er tað er nóg mikið at tríva í, men málið er púra greitt.

Stjørnan skal hava fleiri og betri spælarar, og tað skal síggjast aftur á úrslitunum hjá felagnum.

- Vit fáa ikki úrslit beinanvegin, tí tað tekur langa tí at byggja slíkt upp, men við tíðini skal Stjørnan gerast eitt sterkari felag, sum kann bjóða av í øllum deildum, sigur Rógvi Nielsen.