Ov nógv stál til ov fáar stertar?

- Rokningin fyri spekulatión við fiskiloyvum er framvegis ikki goldin, og ovurhondsstóra lánibyrðan tyngir vinnuna sera nógv. Á aðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag í dag nam formaðurin, Eyðstein Djurhuus, við støddina á okkara fiskiskipaflota.

Hann vísti á, at tey eru fleiri, sum siga, at vit hava ov nógv stál ? og ov fáar stertar, sum hann tók til.

- Vit meta, at eitt hóskandi fiskidagatal og skipatal eigur at kunna ásetast út frá søguligum veiðihagtølum.

Eyðstein Djurhuus helt, at um niðurstøðan í slíkari áseting verður, at ov nógv skip eru á Føroyagrunninum, eiga vit samstundis at hava í huga, at hetta fyri tað mesta eru gomul og niðurslitin skip.

Hann helt, at við røttu umsitingini verður ein slíkur trupulleiki helst loystur av sær sjálvum innan stutta tíð.

Eyðstein Djurhuus helt tað vera umráðandi, at onnur ótíðarhóskandi skip ikki koma inn í fiskiflotan fyri tey gomlu, sum skjótt verða løgd.

Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísti annars á, at føroyski fiskiflotin seinastu árini er farin úr einari kreppu í aðra.

- Fyrst var tað oljuprísurin ? og síðan fall fiskaprísurin, segði hann.

Eyðstein Djurhuus segði eisini, at rokningin fyri spekulatión við fiskiloyvum framvegis ikki er goldin og legði aftrat, at ovurhondsstóra lánibyrðan tyngir vinnuna sera nógv.