Í gjár - 9. januar 2016 - lýsti Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri troli á einari leið eystur úr Fugloynni.
Tað er við heimild í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994, at Fiskiveiðieftirlitið kann seta bráðfeingis veiðibann fyri trol.
Hvørjar neyvu knattastøðurnar eru í lýsta veiðibanninum, kann lesast á heimasíðuni - www.fve.fo.
- Veiðibannið er galdandi frá 9. januar 2016 klokkan 15 til 23. januar 2016 klokkan 15, sigur Fiskiveiðieftirlitið.
In.fo kann leggja aftrat, at hóast Fiskiveiðieftirlitið ikki tilskilar, hvør orsøkin til lýsta veiðibannið er, er eingin ivi um, at endamálið er at verja smáupsa í økinum.