Ov sjúk til rættarmál um fólkamorð

Krígsbrotsmannadómstólurin í Kambodja hevur gjørt av, at Ieng Tirith, sum vanliga bleiv umrødd sum "fyrstafrúan" hjá tí illa gitna Reyða Khmer-stýrinum, skal sleppa undan at koma fyri rættin, har hon annars er ákærd fyri fólkamorð.

Sambært tíðindastovunum AFP og AP er dómstólurin komin til ta niðurstøðu, at tann 80 ára gamla Ieng Tirith er ov heilsuverik til at koma fyri rættin.

Iengh Tirith var almannamálaráðharri í tí harðrenda Reyða Khmer-stýrinum, sum ráddi fyri borgum í Kambodja í sjeytiárunum, og hon er ákærd fyri brotsverk ímóti mannaættini, fólkamorð, dráp, píning og fyri at hava jagstrað fólk vegna teirra trúgv.

Granskarar halda, at harðskapurin hjá Reyðu Khmerunum kostaði millum hálvaaðru og tvær milliónir mannalív. Skjøl hjá teirri loyniligu løgregluni Santebal benda á, at umleið 600.000 fólk vórðu tikin av døgum.