Seinastu árini hava B36 og HB verið úti fyri tí mismuni, tá ið tey hava spælt evropeiskan fótbólt, at tey ikki eru sloppin at spæla á ovara vølli í Gundadali. Heldur hava feløgini spælt sínar evropeisku heimadystir á Tórsvølli, sum sjálvandi er ein leikvøllur, ið leikararnir hjá havnarfeløgunum kenna væl - men nakar avgjørdur heimavøllur er tað ikki.
Men í ár verður øðrvísi. Greitt er, at nú kunnu B36 og HB aftur spæla sínar evropeisku heimadystir á ovara vølli í Gundadali. Orsøkin til, at spælt hevur verið á Tórsvølli seinastu árini er, at graslíkið á ovara vølli hevur verið ov slitið. Hetta graslíkið bleiv tó skift farna summar, og tískil eru ongar forðingar fyri, at B36 og HB kunnu spæla á vanliga heimavølli sínum.
Seinasti altjóða dysturin, ið varð spældur á ovara vølli, bleiv spældur hin 15. august 2012, tá ið føroyska U21-landsliðið megnaði at spæla javnt ímóti Danmark - 1-1.
Fyrsti altjóða dysturin á nýggjara graslíkinum í Gundadali verður spældur komandi týsdag, tá ið B36 tekur ímóti Valletta úr Malta í undankappingini til Champions League. Fyrri dysturin ímillum hesi liðini endaði 1-0 til Valletta.