Í dag skipa nólsoyingar fyri síni seytjandu ovastevnu, sum haldast kann í allar bestu líkindum Ovastevna er í Nólsoy í dag, og klokkan 14 verður stevnan sett. Tað verður Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy er partur av, ið fer at seta stevnuna.
Eftir setanina, fer býráðslimurin eisini at handa steyp og heiðursmerki í sambandi við svimjingina, sum hevur verið um Nólsoyarfjørð í morgun - og fyri svimjingina, sum hevur verið á einum stytri teini á Nólsoyarvík.
Í gjárkvøldið vóru rennikappingar fyri vaksin og børn.
Nógv ymiskt er á skránni á ovastevnu, sum Portalurin fer at venda aftur til seinni í dag og í kvøld.
Kabarettin hevur sínar sýningar, og í kvøld verður eisini stórdansur í tjaldinum úti við flakavirkið.
Nú veðrið er so gott, er eisini væntandi, at rættiliga nógvir bátar fara at leita sær út um fjørðin, sum dagurin gongur.
Regattasigling var í Sunalagnum í gjár, og her vóru einir 140 bátar savnaðir í Hósvík, tá alt bátafylgið hevði lagt til bryggju - eftir sigling av Eiði til Hósvíkar.
Væntandi er eisini, at nógvir av hesum bátum nú eru á veg út til Nólsoyar.