Ovastevna: Nakrar myndir úr Nólsoy

Tað hevur verið gott lag á ovastevnu í Nólsoy í dag, og tá felagssangur var í kvøld, var pakkað við fólki á bryggjuni.

Nógvir bátar eru í Nólsoy í dag, og nógv fólk hevur ferðast út um fjørðin við Ternuni í allan dag.

 

Eisini stutt fyri midnáttarleitið í kvøld, tá Ternan enn einaferð kom úr Havn, var nógv fólk við.

 

Fyrrapartin og allan seinnapartin eru tað serliga tilkomin fólk og barnafamiljur sum vitja í Nólsoy.

 

Men, tá kvøldið kemur, og náttin nærkast, koma nógv ungfólk út at halda ovastevnu.

 

Á túrunum hjá Ternuni báðumegin midnátt í kvøld var ein hópum av ungdómum við út til Nólsoyar.

 

Trongsulin at sleppa úr Nólsoy og inn aftur til Havnar kemur vanliga ikki, fyrr enn náttin líður.

 

Á túrinum úr Nólsoy klokkan 23.30 í kvøld var nógv fólk við, men á Bursatanga í Havn stóð eisini nógv fólk, sum vóru á veg út til Nólsoyar.

 

Eitt slíkt kvøld er lagið gott umborð á Ternuni, og á túrinum úr Nólsoy klokkan 23.30 í kvøld varð bæði sungið og dansað umborð.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

 

 

 

 

 

 

Tá felagssangur var á ovastevnu í Nólsoy í kvøld, var pakkað við fólki á bryggjuni.