- Í míni verð er Ovastevnan okkara størsta tiltak eftir ólavsøku, og eg havi altíð roynt at verið við, tí stevnan er so serstøk, og upplivingarnar eru so øðrvísi og spennandi.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy eisini er partur av.
Sum borgarstjóri í kommununi bjóðar hann øllum - bæði nær og fjar - vælkomnum til Nólsoyar at halda Ovastevnu.
Hann vísir á, at tað, at koma til Nólsoyar er sum at koma í ein annan heim.
- Blíðskapurin er øgiligur, og upplivingarnar eru nógvar, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen.