Í fleiri ár hava regattasiglingin í Sundalagnum og ovastevnan í Nólsoy ligið sama vikuskifti - ella dag um dag - soleiðis at fleiri bátsmanningar, sum luttaka í regattasigling í Sundalagnum fríggjadag, halda leiðina fram til Nólsoyar leygardag.
Og soleiðis verður væntandi aftur í ár, um alt gongur, sum fyriskipararnir í Hósvík og Nólsoy vilja.
Summarið er farið at halla, og heystið stundar til. Kappróðrarárið er liðugt, og hóast koronu-støðan hevur órógvað nakað, hevur borið til at avgreitt kappróðurin.
Eins og í fjør, hevur korona aftur í ár serliga órógvað stóru og ætlaðu tónleikatiltøkini.
Eingin veit, hvussu koronu-støðan verður nú eftir ólavsøku, men bæði í Hósvík og í Nólsoy verður arbeitt av øllum alvi við at fyrireika ávikavist regattatiltak í Sundalagnum og ovastevnu í Nólsoy.
Bæði hesi tiltøk verða vikuskiftið, 13.-15. august.
Regatta í Sundalagnum er fríggjadag, og fríggjakvøldið er nógv á skránni í Hósvík, har allir bátarnir liggja. Tá leygarmorgunin kemur og morgunmaturin, sum hósvíkingar bjóða, er etin, er vanligt, at nógvir bátar halda leiðina fram út til Nólsoyar.
Síðan ovastevna í Nólsoy sá dagsins ljós, hevur verið vanligt, at bátar og bátsmanningar eru ein partur av hugnanum, og tað er neyvan at gera nøkrum órætt at siga, at tað ikki minst var á ovastevnu, at bátafólk longu fyri fleiri árum síðan funnu saman.
Ann-Mari av Skarði er forkvinna í stevnunevndini í Nólsoy, og hon sigur, at har verður arbeitt við at fyrireika ovastevnu sum vanligt. Tey arbeiða, sum um alt er, sum tað plagar, tá ovastevna er, og í Nólsoy vóna tey, at tað fer at eydnast at halda eina góða stevnu aftur í ár.
Hon sigur seg eisini vóna, at koronu-støðan næstu tíðina verður so fræg, at tilmælini hjá heilsumyndugleikunum ikki verða skerpað.
- Vit miðja eftir at hava dans bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Bjarni Lisberg & Co fara at spæla fríggjakvøldið, og leygarkvøldið verða tað Signar í Homrum, John Johannesen og Ólavur á Váli.
Ann-Mari av Skarði sigur, at tey eisini miðja eftir, at vælumtókta ovastevnukabarettin verður stáplað á føtur aftur í ár.
- Á ovastevnu verður nakað til øll, bæði børn og vaksin, og vit bæði vænta og vóna at fáa nógvar gestir út til Nólsoyar, leggur hon aftrat.
Ætlanin er eisini í ár at svimja um Nólsoyarfjørð leygardagin á ovastevnu. Svimjingin verður løgd til rættis eftir streymviðurskiftunum, og ætlanin er sum skilst at leypa á sjógv á Boðanesi fyrrapartin leygardagin hin 14. august.
- Svimjingin setir ein serligan dám á ovastevnu, og tað er altíð nakað serstakt, tá svimjingin er partur av stevnuni, sigur Ann-Mari av Skarði, forkvinna í stevnunevndini.