Ovi aftur til Klaksvíkar

Eftir hálvt ár í B36 fer Ovi Nysted nú aftur til barndómsfelagið

Fótbóltur

 

B36 og KÍ skrivaðu í gjár undir avtalu, sum ber við sær, at Ovi Nysted nú aftur fer at spæla við KÍ.

Sterki verjuspælarin, sum eisini kann nýtast í álopinum, skifti undan hesum kappingarárinum til B36. Har hevur hann tó ikki verið fastur millum teir fyrstu ellivu, og nú flytur hann so aftur til Klaksvíkar at spæla.

Ovi Nysted er 27 ára gamal, og fram til byrjan av hesum kappingarárinum hevur hann fyri tað mesta spælt við KÍ. Undantakið var eitt skifti í fjør, tá hann spældi við LÍF.

Sáttmálin, sum Ovi og KÍ hava gjørt, røkkur fram til endan av 2008 skrivar KÍ-heimasíðan.

 

Mynd: Ovi

Tað hevur ikki eydnast Ova Nysted at vinna sær fast pláss í B36-verjuni, har minuttirnir tó hava verið hampuliga nógvir