Óvinskapur við Nyrup eigur ikki at fáa avleiðingar fyri ríkisfelagsskapin

­ Vit hava meira frælsi í ríkisfelagsskapinum enn danir t.d. hava í ES. Tí skulu vit fáa viðurskiftini við bankamálinum og uttanlandsskuld í rættlag, fyri síðani at samstarva har tað er neyðugt, sigur Gunnar K. Nattestad

Nýtt valevnið hjá Sambandsflokkinum er 27 ára gamli Gunnar K. Nattastad úr Miðvági. Hann er giftur við Helgu og tey búgva hjá 85 ára gamla abba hennara í Bø, sum er vakrasti blettur í Føroyum, sum Gunnar málber seg.

Hann er uppaldur í sambandsheimi og hevur verið aktivur í flokkinum frá studentadøgunum.

Gunnar K. fór niður á handilsskúla í 1992 og læs síðani HA.Heimafturkomin í 1996 fór hann undir at fáa ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum, sum var dottið niðurfyri, at virka aftur. Hann gjørdist eisini limur í starvsnevndini.

Tá flokkurin júst tá hevði brúk fyri einum skrivara, tók Gunnar K. við hesum starvi, og gjørdist hervið politikst aktivur fulla tíð.

Politiska arbeiðið er umfevnandi og fer við nógvari tíð, men harfyri eru eisini stundir til frítíðarítriv.

Tað er m.a. at virka í andaligum arbeiði. Gunnar K. er leiðari í einum ungdómsbólki í Sørvági, har hann skipar fyri fundum, legum, cafékvøldum o.a., sum er felags fyri oynna.


Kristna trúgvin og etisku virðini

- Hví stillar tú upp til løgtingsvalið?

- Tá eg fekk fyrispurningin har vesturi, hugsaði eg nógv og leingi um tað, og eftir at hava ráðført meg við konuna, tók av, sigur Gunnar K. Nattastad.

Tað er m.a. kristna trúgvin, sum liggur unga sambandsmanninum á hjarta at fáa inn aftur í Sambandsflokkin. Hann vísir á, at flestu formenn í flokkinum hava verið missiónsmenn.

- Eg vil hava tey virðini inn aftur í flokkin, sum kristna trúgvin stendur fyri. Tað er m.a. tey etisku virðini - virðingin fyri mannnalívinum - at vit virða menniskjuna frá giting til grøv, sigur Gunnar K. Nattastad, sum ikki góðtekur fosturtøku. Hann góðtekur samkynt sum menniskju, men ikki teirra sexuella livihátt, bert fyri at nevna dømi.

Tað virkaði eitt sindur óvanligt, tá Gunnar K. herfyri í kjaksending mælti til at minka blokstuðulin, sum Sambandsflokkurin altíð hevur hildið vera neyðugur fyri føroyska búskapinum

- Um blokkurin verður avtikin, er tað so neyðugt at varðveita ríkisfelagsskapin?

- Vit skulu arbeiða ímóti at liva uttan blokkin, tí tað er ikki sannlíkt at vit fara at móttaka hann í allar ævir, sigur Gunnar K. Nattestad.

Hann heldur ikki, at ríkisfelagsskapurin fyri tað skal avtakast, tí neyðugt er við samstarvi á ymsum økjum.

Eitt nú á sjúkrahúsøkinum og undirvísingarøkinum, sum skal tillagast føroysk viðurskifti, eins og at samstarva um uttanríkistænastuna.

- Vit skulu arbeiða ímóti at gerast sjálvbjargin og at fíggja okkara samfelag sjálvi. Vinnulívið skal sum heild skaffa inntøkurnar.


Størri frælsi í ríkisfelagsskapinum

- Hvat er størsta málið á hesum valinum?

- Tað er ríkisfelagsskapurin. Vit mugu ikki lata bankamál, uttanlandsskuld og vánaliga sambandið við Nyrup verða orsøk til at vit slíta felagsskapin við Grønland og Danmark, tí her fáa vit so nógv frælsi sum vit ynskja.

- Og nógv meira fræsli í ríkisfelagsskapinum enn t.d. Danmark hevur í ES, sigur Gunnar K. Nattestad.

- Vit tað siga, at tú heldur ikki gongur inn fyri ES-limaskapi?

- Persónliga eri eg ímóti einum sameindum Evropa. Vit skulu hava marknaðarligt samstarv við ES, við sáttmálum á handilsøkinum, men ikki á politiska økinum.

- Ert tú fyri at broyta Heimastýrislógina?

- Lógin er sum so ein góður karmur, men kann útbyggjast til at virka betur. Tað gera vit best í ríkisfelagsskapinum. Eitt nú at Fíggjareftirlitið skal kunna okkum á sama støði sum teir kunna danir, og at vit fáa vitan um tað, um okkurt ikki er í lagi, á jøvnum føti við danir.

- Persónliga vil eg eisini strika grein 9 í Heimastýrislógini, sum sigur, at vit kunnu yvirtaka umsiting, uttan at gjalda. Tað skal ikki vera loyvt at yvirtaka mál, uttan at gjalda, sigur Gunnar K. Nattestad.

Hann heldur ikki, at Nyrup hevur víst føroyingum virðing, og at ein orsøk er, danir ikki hava sett seg inn í føroysk viðurskifti.

-Hvørjar framtíðarvónir hevur tú?

- At Føroyar skulu gerast fíggjarliga sjálvbjargnar. Tá tað er veruleiki hava vit alt tað frælsi vit ynskja, og tað er best fyri land og fólk.

Gunnar K. Nattestad heldur tað verða løgið, at fólk eru upptikin av, at ein sambandsmaður vil minka blokstuðulin:

- Eingin flokkur hevur málvíst arbeitt fyri at minka blokkin. Tað er kortini munur á at kvetta her og nú, og at arbeiða fram móti at minka stuðulin.

- Tað er eisini ein spurningur um, hvat vit vera trýst til og hvat vit moralskt halda vera rætt, sigur Gunnar.