Óvissa um Norrønu á Drelnesi

Teknisk niðurstøða eftir kanningar á Drelnesi: Norrrøna kann bert leggja at í góðum veðri og í flóð. Óli Hammer: Við einum góðum vilja gongur tað

Hóast tingið hevur samtykt at játta 1,7 mill. kr. til at lata Norrønu sigla á Suðuroyarleiðini í 20 dagar frá 3. páskadegi fyri Smyril, so er enn óvissa um siglingina.

Kanningar eru gjørdar á Drelnesi, og tekniska niðurstøðan er, at tað verður ómetaliga trupult at leggja at á Drelnesi upplýsir Signar Heinesen, leiðari á havnadeildini hjá Landsverkfrøðingsstovninum. -Norrøna sleppur bert at á Drelnesi í besta veðri og í flóð. Ein trupulleiki er eisini longdin av skipinum í mun til longdina á bryggjuni. Haraftrat er pullartskipanin eisini ein trupulleiki.

Óli Hammer, stjóri á Smyril Line, sum er sera staðkendur á hesi leiðini, bíðaði í gjár eftir upplýsingum hann hevur biðið um. -Eg dugi ikki at síggja nakrar trupulleikar at sigla uppá Tvøroyri. Við einum góðum vilja skal tað nokk ganga sigur hann og vísir á, at skip sum Líðartindur, sum var størri og hægri enn Norrøna hava siglt uppá Tvøroyri. Eisini hava onnur skip sum Churchill og Kracow lagt at har, fyri ikki at tosa um teir stóru saltdampararnar á sinni.

Uppá fyrispurning um tað ikki er at taka munnin í so fullan at seta Norrønu inn í Suðuroyarsigling í 20 dagar fyri Smyril, sigur Óli Hammer, at hetta er ein neyðloysn. Hann vil ikki gera aðrar viðmerking til at brúka eitt skip sum Dúgvuna enn, at hon er ikki serliga væl hóskandi til børn, konufólk og eldri fólk.

Skiparin á Norrønu, Jógvan í Dávastovu, sum var við til kanningarnar í Suðri í vikuni, vil ikki gera nakra viðmerking í løtuni. Hann vísir til reiðaran.