Oyggjaleikir í 2017 sum felags mál

Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, vil virka fyri grunni, sum hevur til endamáls at Føroyar kunnu hýsa Oyggjaleikunum í 2017

- Úrslitini tala fyri seg. Tað, sum ítróttarfólk okkara avrikaðu á Álandi var heilt framúrskarandi, og tað fegnast vit øll um. Men tað gevur okkum eisini eina ábyrgd, tí tað er eyðsæð, hvussu stóran týdning leikirnir hava fyri okkum. Bæði ítróttarliga og mentanarliga.

Tað heldur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum heldur tað hava alstóran týdning, at politiska skipanin longu nú fer at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu hýsa leikunum í 2017.

Áður hevur annars verið tosað um 2015, men taktiskt heldur løgmaður tað vera skilabest at medda eftir 2017, tí tað er meira ella minni siðvenja fyri, at leikirnir aðru hvørja ferð eru hjá einari av bretsku oyggjunum.


Øll vinna

Løgmaður, sum eisini er verji fyri ítróttin, heldur eina gongd leið vera, um ein grunnur verður settur á stovn, sum einvíst hevur til endamáls at virka fyri føroyskum vertsskapi av leikunum.

- Eg ímyndi mær ein grunn við fimm fólkum í nevndini. Kopetencurnar hjá hesum skulu fevna breitt, soleiðis at bæði ítróttur, vinnulív og mentan eru umboðað. Er talan um dugnalig fólk, og spæla bæði lands og kommunalir myndugleikar við í hesum, ivist eg ikki í, at ein slíkur grunnur væl og virðiliga kundi virkað sum fíggjarligur katalysator fyri eini føroyskari umsókn.

- Og eg haldi slettis ikki, at vit eru so øgiliga langt burturi frá at røkka teimum krøvum, sum verða sett. Ítróttarliga prógvaðu okkara fólk so ruddiliga, at tey eru til reiðar. Hvat facilitetum viðvíkur, so eru vit slettis ikki so langt ífrá at kunna hýsa 14 ítróttargreinum. Og so er tað gistingin, sum eg nú heldur ikki rokni við verður tann heilt stóri trupulleikin, sum summi vilja gera hana til. Á Álandi fekk eg høvi at tosa við Jørgen Pettersen, sum er formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini, og hann kundi millum annað vísa á, at tað er ikki so, at tey krevja hasar fimm stjørnurnar til øll seingjarpláss. Verður rætt borið at, so eiga vit at kunna fyriskipa alt, soleiðis at eisini gistingin verður á einum nøktandi støði. Men alt hetta krevur so, at vit fara ígongd longu nú, sigur Kaj Leo Johannesen.

Og hann ivast ikki í, at verður neyðuga arbeiðið gjørt, so er hetta nakað, sum kemur øllum pørtum av samfelagnum tilgóðar.

- Ítróttarliga er eingin ivi um, at Oyggjaleikirnir eru nógv verdir fyri okkum. At nøkur av okkara fólkum í dag røkka nógv longur enn til leikirnar, er bara at fegnast um, men veruleikin er samstundis, at leikirnir eru júst tann lopfjølin, sum nógvar av okkara ítróttum hava tørv á.

- Og fyri Føroyar sum heild er hetta ein ótrúlig marknaðarføring. Á Álandi var talan um eina viku við intensari marknaðarføring úteftir, og tað er nakað, sum hevur alstóran týdning fyri samfelagið.

- Tí er hetta heldur ikki nakað, sum skal vera eitt projekt hjá mær sum løgmanni ella hjá samgonguni. Hetta má vera eitt mál, har ein samlað politisk bakkar upp, tí vinningurin er alt ov stórur, til at vit kunnu lata hann fara fyri skeyti í sjálvdrátti, sigur løgmaður.


Jarða jantelógina

Og so er Kaj Leo Johannesen eisini sannførdur um, at ein slíkur grunnur saman við úrslitunum á Álandi eigur at seta skund á arbeiðið við at betra um umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti.

- Tá FSF í 1988 fór upp í altjóða samstarv, varð politiskt samtykt, at fótbólturin fekk 900.000 krónur um árið í stuðuli. Tey hava í dag eina fíggjarætlan, sum togar í tær 50 milliónirnar, og spurningurin er tí, um vit ikki eiga at hyggja upp á aðrar mátar at stuðla ítróttini.

- Og um vit vilja tað ella, so var tað júst sigurin í Landskrona, sum av álvara setti gongd í tankan um, at føroysk ítróttarfólk veruliga kunnu standa seg í kapping millum tey bestu. Ta ferðina eydnaðist tað at fanga gleðina og byggja víðari á tað, sum hetta skapti, og tað mugu vit gera aftur hesaferð.

- So ella so tykist tað, sum skulu vit út um landoddarnar, áðrenn vit jarða jantelógina einar 20 metrar undir jørð, og tað gjørdu okkara fólk á Álandi.

- Gullmerkini siga alt um, hvat arbeiði lá aftan fyri, men tað var fantastiskt at síggja, hvussu samanhald, ein felags moralur og at tað eggja hvørjum øðrum stóð ovast á breddanum.

- Umboð fyri onnur lond høvu eisini á munni, hvussu flott tað var av okkara lítla samfelag at røkka teimum úrslitum, sum vit rukku. Tað kunnu vit sjálvandi vera errin um, men tað er so sanniliga eisini nakað, sum gevur okkum eina stóra ábyrgd sum politiskur myndugleiki, sigur Kaj Leo Johannesen.