Í fjórða og avgerandi dystinum hjá Føroyum ímóti Gotlandi, eydnaðist systrunum, Rannvá og Brynhild Djurhuus Carlsson, at vinna 2-0 (21-14, 21-15), so føroyska badmintonlandsliðið tilsamans vann 3-1 og kom í hálvfinaluna.
Hon verður ímóti Guernsey klokkan 19.30, føroyska tíð, og í hinari hálvfinaluni spæla Isle of Man og Bermuda.
Eftir at Rógvi Poul Poulsen fyrst hevði tapt 0-2 (19-21, 15-21), vann Rannvá Djurhuus Carlsson sín dyst í einmansleiki 2-0 (21-17, 21-16), Niclas H. Eysturoy og Flóvin Skaalum Mikkelsen vunnu í tvímansleiki 2-0 (21-12, 21-10) og nú at enda Carlsson-systrarnar eisini.
Úr bólki A eru Guernsey og Bermuda longu komin víðari, meðan Grønland og Gibraltar eru úti. Í bólki B eru so Isle of Man og Føroyar víðari, meðan Gotland, Isle of Wight og Falklandsoyggjar eru úti.