Oyggjaleikirnir settir í besta svenska summarveðri

Gotland 99: Teir áttandu oyggjaleikirnir í røðini vórðu settir leygarkvøldið í allarfagrasta summarveðrið. Borðtennisspælarin Paula Eikhólm bar føroyska flaggið, og svimjarin Kristian Martin Joensen bar føroyska vatnið, sum vanligt er, at øll luttakandi londini hava við til leikirnar

Bæði veðrið og lagið vóru av tí besta leygarkvøldið, tá teir áttandu oyggjeleikirnir, sum í ár eita NatWest Island Games, vórðu settir mitt úti í vøkru gotlendsku náttúruni.

Staðið, har svenski fíggjarmálaráðharrin setti leikirnar, eitur Strandgärdet. Tað liggur í eini stórari park út móti havinum, og meðan gotlendska summarsólin fór í havið, vórðu oyggjaleikirnir alment settir.

Sjálvar ítróttarkappingarnar byrjaðu ikki fyrr enn dagin eftir, men kortini var tað greitt, at nú var tað álvari fyri tey út við 2.000 ítróttarfólkini, har av 88 eru føroysk.

Annars fór setanin fram, sum vanligt er fyri slíkar. Londini komu inn á vøllin eitt og eitt eftir bókstavaraðnum, men við Jersey, sum hevði leikirnar seinast, fyrst, og Gotlandi, sum skipar fyri hesaferð, seinast. Føroyar við borðtennisspælaranum Paulu Eikhólm sum flaggbera vóru millum fyrstu londini, sum komu inn, og okkara ítróttarfólk fingu góða móttøku frá áskoðarunum, kanska eisini tí at Føroyar vóru fyrsta norðurlandið, sum trein inn á grasvøllin.

Tá øll tey 22 londini frá Gotlandi við 234 luttakarum til Alderney, sum bert hevur tríggjar, vóru komin inn á vøllin, settust tey á nakrar benkur, ið vóru settir har til endamálið, og síðani fingu 4 ymisk fólk orðið, teirra millum formaðurin í oyggjaleikanevndini og at enda svenski fíggjarmálaráðharrin, sum setti leikirnar.

Síðani vælsignaði biskuppurin á Gotlandi leikirnar, oyggjaleikaflaggið varð vundið á stong, og so varð farið til tann undirhaldandi partin av setanini. Á Gotlandi eru fólk rættiliga errin av síni víkingafortíð, og tað setti sín dám á setanina.

Í víkingatíðini var eisini vanligt við ítróttarleikum, eisini millum gotlendingar og fólk aðrastaðni frá, og nakrir av hesum gomlu leikunum vórðu tiknir upp aftur á setanini.

Setanin endaði við einum av hæddarpunktunum. Ein partur av olympisku leikunum er tann kendi eldurin, sum verður borin úr Athen til staðið, har leikirnir eru.

Á oyggjaleikum er tað ikki eldur, men vatn - rættiliga hóskandi, eftirsum øll luttakandi londini hava sjógvin til felags. Øll londini taka vatn úr sínum egna landi við til leikirnar, og hetta vatnið varð síðani latið niður í ein »brunn« í einum vogni, sum var settur upp mitt inni á vøllinum. Svimjarin Kristian Martin Joensen bar føroyska vatnið inn.

So var setanarhátíðin ta enda komin - hon tók okkurt um hálvan annan tíma - og tey 1.858 ítróttarfólkini úr teimum 22 oyggjasamfeløgunum fóru hvør til sítt at fyrireika seg upp á kappingarnar, sum byrjaðu morgunin eftir.