Setanin av Oyggjaleikunum 2019, var í kvøld kl. 19 á nýggja leikvøllinum Europa Sports Venue. Sigast kann at fyriskiparnir úr Gibraltar høvdu lagt nógv fyri at gera eitt stórsligt setanartiltak, ið skuldi leggja serligan dent á týdningin av at minka um nýtsluna av einnýtisplastið fyri at bjarga havinum. Hetta sást millum annað í hvussu fyriskiparnir høvdu valt at prýða pallin, eins og tey listarligu innsløgini ið vóru vald til at framføra í kvøld. Síggj myndir frá tiltakinum í myndasavninum niðanfyri. Tiltakið í kvøld varð tó sera merkt av nógva vindinum, sum føldist serliga væl á nýggja leikvøllinum, ið liggur á syðsta punktinum á Gibraltar, Europa point. Hetta førdi millum annað til at íðkarnir, ið sótu niðri á graslíkivøllinum, mundu stirvna í kuldanum.Hoyr meira um tað í grein HER.
Tvey hernaðarorkestur úr Gibraltar stóðu fyri fyrstu longu løtuni av undirhaldinum. In.fo fek orðið á nakrar av hornspælarunum eftir setanina, og teir ásannaðu at tað var serliga trupult at blása ígjøgnum vindin í kvøld.
Eftir orkestrið var so meginløtan, har allir hóparnir marsjeraðu inn. Størsti fagnaðurin mundi vera annaðhvørt tá ið Gibraltar kom á vøllin við sínum gott 200 íðkarum ella Sark, ið bert hava tveir íðkarar við.
Føroysku íðkararnir mundu eisini fáa ein hin størsta fagnaðin - serliga orsakað av mongu føroysku áskoðarunum, ið vóru at síggja í hvørjum króki á leikvøllinum.
Yngsti føroyski luttakarin, Elisabeth Erlendsdóttir, bar vatn úr Føroyum í stásiligari fløsku, ið var blandað við vatnið frá hinum 21 luttakandi tjóðunum.
Eftir hetta vóru røður á skránni, men nú vaks vindurin. Hattar fóru á flog, fløggini máttu neyðhaldast og fleiri og fleiri áskoðarar tóku til rýmingar. Eitt miðlafólk úr Gibraltar spurdi í skemti tíðindafólki hjá in.fo um tað vóru føroyingarnir, ið høvdu tikið veðrið við sær, áðrenn hann slapp sær avstað.
Eftir røðurnar var ein dansiframsýning á skránni, men fólk flest samdust skjóttum at nú vóru oyggjaleikirnir settir, og íðkararnir kundu fara til hús áðrenn fyrstu kappingarnar byrja longu klokkan 8 teirra tíð. Tað er klokkan 7.00 føroyska tíð, og tað eru føroysku triatlon-íðkararnir, ið leggja fyri.
Sí stóra myndasavnið hjá in.fo av setanini við at trýsta á mynd niðanfyri
##ms##