Guernsey er fyrsta oyggjaleikalandið, ið hýsir oyggjaleikirnar á triðja sinni.
Undanfarnu ferðir Guernsey var vertur fyri oyggjaleikunum var í 1987 og í 2003. Í 2029 verður Oyggin Man vertur fyri oyggjaleikunum á triðja sinni.
Tá oyggjaleikirnir vóru á Guernsey í 1987 vóru Føroyar nummar átta á heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vóru Malta og Ísland við á leikunum. Fá ár seinni valdu Malta og Ísland Smátjóðaleikirnar - Small Nations Games - framum oyggjaleikirnar.
##med2##
Tá oyggjaleikirnir vóru á Guernsey í 2003 vóru Føroyar nummar átta á heiðursmerkjayvirlitinum.
##med3##